Tour de France 2014
UCI World Tour 2014, kapping 18 av 29 | |||
Rutan hjá Tour de France 2014 | |||
Kunning um kappingina | |||
---|---|---|---|
Dagar | 5 juli 2014 | – 27 juli 2014||
Teinar | 21 | ||
Fjarstøða | 3,6635 km (2,276 mi) | ||
Vinnaratíð | 89t 59' 06" (407 km/t or 257 mi/long ton) | ||
Heiðursmerki | |||
Vinnari | Vincenzo Nibali (ITA) | (Astana) | |
Annaðpláss | Jean-Christophe Péraud (FRA) | (Ag2r-La Mondiale) | |
Triðjapláss | Thibaut Pinot (FRA) | (FDJ.fr) | |
Stig | Peter Sagan (SVK) | (Cannondale) | |
Fjøll | Rafał Majka (POL) | (Tinkoff-Saxo) | |
Ungdómur | Thibaut Pinot (FRA) | (FDJ.fr) | |
Lið | Ag2r-La Mondiale | ||
Tour de France 2014 var tann 101. útgávan av Tour de France. Tað byrjaði 5. juli í Leeds, Stórabretland, og endaði hin 27. juli í Paris, Frakland.[1][2][3]
Lið
[rætta | rætta wikitekst]Øll 18 lið í Proteam bólkinum hjá UCI høvdu rætt til og skyldu til at luttaka í súkklukappingini. Fýra UCI Professional Continental lið vóru eisini boðin við.[4]
- Proteams
- Professional Continental teams
Áðrenn kappingin byrjaði vóru Chris Froome, Alberto Contador og Vincenzo Nibali millum favorittarnar at gerast vinnarar av øllum teinunum tilsamans.[5][6] Froome mátti gevast á teini 5 orsakað av falli, og Contador var úti fyri tí sama á teini 10, eftir at hann breyt beinið í einum falli. Týski súkklarin Jens Voigt kappaðist á sínum seytjandu og seinastu kapping.[7]
Klassifikatión leiðsla
[rætta | rætta wikitekst]Tað eru fýra ymiskir flokkar, ið kappast verður um á Tour de France 2014, umframt liðkappingina. Tað týdningamesta er tann Generalla klassifikatónin, ið verður útroknað við at leggja saman tað tíð, ið tað tekur at gjøgnumføra hvønn einstakan. Tann súkklarin ið hevur brúkt minst tíð, er førarin í kappingini, og verður at síggja í tí eyðkendu gulu troyggjuni. Vinnarin av hesi klassifikatión verður sagdur at vera vinnarin av Tour de France.[8] Í 2014, var onki tíðarbonus latið.
- Viðmerkingar
- Á teini 2 (etapu 2), var Bryan Coquard, ið var nummar trý í stigklassifikatiónini, ílatin grønu troyggjuna, av tí at Marcel Kittel (ið var fremtur) var í gulu troyggjuni sum leiðari av tí generellu klassifikatiónini og Peter Sagan (ið var á øðrumplássi) var í hvítu troyggjuni sum førari fyri klassifikatiónina hjá teimum ungu súkklararunum á hesum teini
- Á teinunum 3–5, var Romain Bardet, ið var næstfremst í klassifikatiónini hjá ungu súkklarnum, í hvítu troyggjuni, av tí at Peter Sagan (ið var fremstur) var í tí grønu troyggjuni sum førari av stigklassifikatiónini. Á teinunum 6–7, var Michał Kwiatkowski í hvítu troyggjuni av somu orsøk.
- Á teini 14, var Joaquim Rodríguez, ið var nummar tvey í fjallaklassifikatiónini, í polka-prikkutu troyggjuni, av tí at Vincenzo Nibali (ið var fremstu) var í tí gulu troyggjuni sum førari av tí generellu klassifikatiónini.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Tour de France: Yorkshire to host start of 2014 race". BBC News. http://www.bbc.co.uk/sport/0/cycling/20724621. Heintað 14 December 2012.
- ↑ "Yorkshire 2014 Grand Départ, London to host a stage — Tour de France 2013". http://www.letour.fr/le-tour/2013/us/pre-race/news/ahc/yorkshire-2014-grand-depart-london-to-host-a-stage.html.
- ↑ "Tour de France 2014: Yorkshire, Olympic Park, Mall feature". BBC News. http://www.bbc.co.uk/sport/0/cycling/21056721. Heintað 17 January 2013.
- ↑ "Teams Selection of Tour de France 2014". letour.com. 28 January 2014. http://www.letour.com/le-tour/2014/us/pre-race/news/ahc/teams-selection-of-tour-de-france-2014.html. Heintað 30 January 2014.
- ↑ Rob Sturney (2014-07-01). "2014 Tour de France preview: The contenders". Cyclingmagazine.ca. http://cyclingmagazine.ca/sections/news/2014-tour-de-france-preview-contenders/. Heintað 2014-07-28.
- ↑ "Tour de France: The Contenders". .skysports.com. http://www1.skysports.com/cycling/news/12040/9366338/tour-de-france-the-contenders. Heintað 2014-07-12.
- ↑ Gregor Brown. "Jens Voigt to match Tour de France participation record". Cyclingweekly.co.uk. http://www.cyclingweekly.co.uk/racing/tour-de-france/jens-voigt-match-tour-de-france-participation-record-128340. Heintað 2014-07-12.
- ↑ Christian, Sarah (2 July 2009). "Tour de France demystified — Evaluating success". RoadCycling.co.nz Ltd. http://www.roadcycling.co.nz/TourdeFrance/tour-de-france-demystified-part-1.html. Heintað 18 July 2013.