Tollaksmessa
Appearance
Tollaksmessa er 23. desember. Heitið tollaksmessa ella tollaksmessudagur verður nýtt í Føroyum og í Íslandi. Danir og norðmenn rópa dagin "Lille juleaften", og hetta heitið, lítli jólaaftan, hevur eisini fest rót í Føroyum. Tollaksmessudagur er uppkallaður eftir íslendskum biskupi, nevndur Tollakur Tórhallsson, sum varð føddur á Líðarenda í Íslandi í 1133, og doyði tann 23. desember 1193.
Tollaksmessudag løgdu fólk seinastu hond á jólafyrireikingarnar. Í Føroyum gjørdu konurnar klædnapløggini liðug, sum skuldu latast børnunum í jólagávu. Eisini munnu tey hava fyrireika jólamatin og baking, sum skuldi nýtast á jólum.