Jump to content

Tingræði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
  Forsetaskipan, fleirflokkastýri.
  Forsetaskipan við forsætisráðharrin.
  Tingið velja stjórnarleiðari.
  Forsætisráðharrin er stjórnarleiðari.
  Kongsveldi. Forsætisráðharrin er stjórnarleiðari.
  Kongsveldi. Valdsbýti.
  Kongur ið ræður einsamallur.

Tingræði er stýrisskipan ið krevur, at meiriluti á tingi stendur aftan fyri stjórnina. Hetta er ein stýrðisskipan, har stjórnin annaðhvørt hevur fleirtal í tinginum, ella ikki hevur eitt fleirtal ímóti sær. Tað er eisini nevnt parlamentarisma. Kjarnin í tingræðinum er, at stjórnin ikki kann tilnevnast, ella framhaldandi hava valdið, um ein meiriluti í tinginum annaðhvørt ikki gevur stjórnini sín stuðul ella er ímóti stjórnini. Stjórnin stendur sostatt til svars fyri tinginum. Vanliga verður tingræði sett í tveir bólkar: negativt og positivt tingræði. Í londum við positivum tingræði er tað neyðugt hjá stjórnini at hava eitt fleirtal aftan fyri seg, tá ið hon verður tilnevnd. Í londum við negativum tingræði, kann stjórnin tó sita við valdið, um hon bara ikki fær ein meiriluta ímóti sær. Negativt tingræði gevur frammanundan tí verandi útinnandi myndugleikanum, stjórnini, ein serligan rætt, tí stjórnin noyðist ikki at hava tingsins beinleiðis stuðul, bert má ikki vera greitt, at tingið beinleiðis er ímóti henni. Hesin serligi rættur í sambandi við negativt tingræði er søguliga ein arvur frá tíðini, tá kongur hevði veruligt stjórnarvald. Henda arv hava londini við positivum tingræði kastað av sær, og har krevst tí, at stjórnin beinleiðis verður stuðlað av tinginum.

Í tingræðisligari skipan er í mestan mun talan um eina samanrenning millum lóggevandi og útinnandi vald. Talan er ikki um eitt veruligt valdstríbýti, tí stjórnin hevur bæði útinnandi og lóggevandi vald og “stríðandi” partarnir eru stjórn og meiriluti ella samgonga á tingi móti minniluta ella andstøðu á tingi. Gjøgnum síni umboð ella samgongulimir í tinginum hevur stjórnin eisini lóggevandi vald.