Thomas Edison
Appearance
Thomas Alva Edison (føddur 11. februar 1847 í Milan í Ohio, deyður 18. oktober 1931 í West Orange, nær við Newark í New Jersey) var amerikanskur uppfinnari, verkfrøðingur og vinnulívsmaður.
Edison verður mettur at vera ein tann týdningarmesti uppfinnarin í nýggjari tíð. Millum manna varð hann ofta eyknevndur "Gandakallurin frá Menlo Park". Hann fekst m.a. við ravløð, akfør, jarnbreytaratlát, skrivimaskinur og ravmagnslampur. Edison uppfann í 1877 fonografin og hann fór undir at framleiða gløðiperur í 1879.[1] Sum upphavsmaður fekk hann fleiri enn 1000 einkarættindi í USA.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Edison, Thomas Alva, anb.org (á enskum)
- Biography Of Thomas Alva Edison, thomasedison.com (á enskum)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Thomas Alva Edison Archived 2021-04-18 at the Wayback Machine, sigma