The Passion of The Christ

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land USA
Mál Arameiskt
Latín
Hebraiskt
Sýriskt
Sjangra Drama
Leikstjórn Mel Gibson
Framleiðari Mel Gibson
Stephen McEveety
Bruce Davey
Leikrit Mel Gibson
Benedict Fitzgerald
Tónleikur John Debney
Gingger Shankar
Fíggjarætlan $ 30 mill. USD
Spælitíð 127 minuttir
Útgávudato 25. februar 2004
Mel Gibson (føddur 3. januar 1956 í Peekskill, New York í USA).

The Passion of The Christ er ein amerikanskur filmur um 12 teir seinastu tímarnar av lívi Jesusar. Filmurin hevur fingið sera nógva umrøðu í heimspressuni. Summi eru bergtikin, onnur vónbrotin. Onkur heldur filmin lýsa líðingarsøguna væl, onnur halda, at ov nógv blóð og pína eru í filminum.

Filmurin byrjar í Getsemane urtagarði, har Jesus eftir seinastu kvøldmáltíðina er farin við lærusveinum sínum at biðja.

Her stendur hann ímóti freistingum Satans og verður síðani svikin av Judasi.

Jesus verður síðan leiddur fram fyri rómverska landshøvdingan Pontius Pilatus, sum skjótt varnast, at talan er um politiskar stríðsspurningar, og sendir Jesus til Heródes. Heródes sendir Jesus aftur til Pilatus, sum gevur fólkinum valmøguleikan at leysgeva Jesus ella brotsmannin Barrabas. Fólkið velur Barrabas, og Jesus verður givin upp at verða krossfestur.

Tað er Mel Gibson (føddur 3. januar 1956 í New York), sum bæði hevur skrivað og leikstjórnað filmin, ið hevur elvt til rættiliga øsing millum fólk.

Handritið er skrivað í samstarvi við Benedict Fitzgerald, sum er kendur fyri eitt nú filmarnar, Wise Blood (1979), In Cold Blood (1996), Heart of Darkness (1994) og Zelda (1993).

Allir leikararnir tosa tað málið, sum varð nýtt í tíðini, tá hendingarnar fara fram. Jesus og lærusveinarnir tosa arameiskt, eins og jødarnir. Romarnir tosa latín. Grikst varð eisini tosað har um leiðir, men tá á døgum varð tað vanliga bara nýtt av teimum intellektuellu, og er tí ikki at hoyra í filminum.

Filmurin er tikin upp í Italia. Sjálv krossfestingin varð filmað í vakra býnum, Matera, meðan senan har Judas varð hongdur varð filmað í Craco í sunnara parti av Italiu.

Jerúsalem er í filminum skapaður við eini stórslignari pallmynd og er konstrueraður á vælkenda Cinecitta Studio, sum liggur í útjaðaranum av Rom.

Hetta bergtakandi pallkompleksið, sum kendi pallmeistarin, Francesco Frigeri og set-prýðarin, Carlo Gervasi, hava gjørt, umfatar eisini templið, har rættargongd Jesusar fór fram, garðin, har tær ymisku dómsviðgerðirnar vóru og staðið, har Jesus varð pískaður og píndur.

Høvuðsleiklutin sum Jesus, hevur James Caviezel. Hinir leikararnir eru, Monica Bellucci, Claudia Gerini, Maia Morgenstern, Sergio Rubini.

Við filminum, The Passion of The Christ, hevur Mel Gibson sett eina feita striku undir síni evni sum filmsframleiðari. Eingin vildi geva filmin út, áhugin at fíggja var heldur ikki til staðar, og avgjørt eingin trúði, at hesin filmur kom at vinna so nógvan pening. Men Gibson trúði uppá filmin, sum nú vísir seg at fara at verða ein av størstu eydnufilmunum í søguni.

Um Gibson ikki ristist á hondunum, tá hann skrivaði filmin, so hevur filmurin rist heimin. Tíðindi frættust um tveir prestar, sum kollapsaðu, tá tey sóu filmin. Fleiri eru eisini kropin til krossin og farin til løgregluna fyri at melda áragomul brotsverk.

Leikarar[rætta | rætta wikitekst]

Leikari Rollur
Jim Caviezel Jesus
Maia Morgenstern Maria
Monica Bellucci Magdalena
Hristo Shopov Pontius Pilatus
Mattia Sbragia Caiphas
Rosalinda Celentano Satan
Hristo Jivkov John
Francesco DeVito Peter
Luca Lionello Judas Iscariot
Claudia Gerini Claudia Procles
Pietro "Pedro" Sarubbi Barabbas
Sergio Rubini Dismas
Francesco Cabras Gesmas
Toni Bertorelli Annas ben Seth
Roberto Bestazoni Malchus
Giovanni Capalbo Cassius
Emilio De Marchi Scornful Roman
Roberto Visconti Scornful Roman
Lello Giulivo Brutish Roman
Abel Jafry 2nd Temple Officer
Jarreth Merz Simon of Cyrene
Matt Patresi Janus
Fabio Sartor Abenader
Luca De Dominicis Herod Ántipas
Sabrina Impacciatore Seraphia

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]