The Interview
The Interview er ein amerikanskur filmur frá 2014. Filmurin er ein politiskur skemtifilmur og handlar um ein sjónvarpsvert, ið skal drepa norðurkoreanska politiska leiðaran Kim Jong Un.[1][2][3] Norðurkoreanskir myndugleikar hava fleiri ferðir mótmælt filminum, ið tey meta seta Norðurkorea í eitt ringt ljós. Tað eru eisini norðurkoreanskir teldusníkar, ið sigast hava gjørt seg inn á Sony.[4] FBI hevur lagt Norðurkorea undir, at standa aftanfyri álopið á fyritøkuna Sony. Nógvir loyniligir upplýsingar og samrøður vóru latnar almenninginum og ikki gekk long tíð, áðrenn Sony gav eftir og valdi at avlýsa sýningina av filminum. Tá tað gjørdist greitt, at Sony hevði avlýst sýningina, tóku nógv til orðanna og fordømdi avgerðina. Millum teirra var amerikanski forsetin, Barack Obama, ið fanst at Sony fyri at boyggja seg fyri fremmandum maktum.[5] Formaðurin í Sony, Michael Lynton segði 23. des. 2014, tá tað gjørdist greitt, at filmurin verður sýndur: "Vit eru errin yvir at filmurin verður tøkur fyri fjøldini, og fyri at hava staði móti teimum, ið royna at kúga talufrælsinum".
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Verturin í kjaksendingini Skylark Tonight, Dave Skylark (James Franco)[6] og produsari/vinmaður hansara, Aaron Rapaport (Seth Rogen)[7], senda tey nýggjastu tíðindini innan celebrity-slatur. Tað býður Aaron ímóti, tá hann heldur vil útvarpa tíðindi av størri týdningi. Teir báðir fáa blóð uppá tonnina, tá teir lesa, at leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-Un, elskar kjaksending teirra. Tá tað eydnast teimum at bóka eina samrøðu við Kim Jong-Un, mugu teir fyrireika seg at ferðast til Pyongyang, Norðurkorea. Àðrenn teir fara avstað, verða teir tiknir inn av CIA, ið vil hava Dave at myrða Kim Jong-Un.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.scope.dk/film/9790-the-interview
- ↑ http://www.dr.dk/Nyheder/Udland/2014/12/23/181223.htm
- ↑ http://politiken.dk/kultur/filmogtv/ECE2490734/overblik-forstaa-sagen-om-nordkorea-filmen-the-interview/
- ↑ http://www.nytimes.com/2014/12/18/world/asia/us-links-north-korea-to-sony-hacking.html?&_r=1
- ↑ http://abcnews.go.com/Politics/obama-sony-made-mistake-canceling-film-release/story?id=27720800
- ↑ http://www.comingsoon.net/movies/news/101844-seth-rogen-and-evan-goldberg-to-direct-the-interview
- ↑ http://www.comingsoon.net/movies/news/101844-seth-rogen-and-evan-goldberg-to-direct-the-interview