Teisti
Teisti | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Teisti (frøðiheiti - Cepphus grylle) er til støddar sum lundi. Um summarið er hann svartur við einum stórum hvítum liti tvørtur um hvønn veingin. Á vetri er hann mest sprøklutur. Føturnir eru blóðreyðir. Nevið er klænt og spískt. Málið er eitt mjúkt hvin. Hann heldur seg tætt við landið, helst á grunnum vatni. Ofta setur hann nevið niður í sjógvin, til at hyggja sær eftir onkrum etandi. Mesta føði hansara er tarabrosmur, og djúpt skulu tær ganga, tá ið hann ikki kann fáa tær.
Teistin byggir víða um í Norðanlondunum og mest í teimum køldu. Í Føroyum er lítið til av honum. Hann eigur helst í urðum ella í rivum og gjótum í berginum. Stundum grevur hann sær holur sum lundi. Eggini eru 2, hvít við svørtum prikkum. Meðan tær hava dúnið, eru tær dimmgráar, fjaðraðar eru tær vakurt grá- og hvítsprøklutar. Um somu tíð sum lomvigapisurnar eru teistapisurnar floygdar og fara á sjógvin. Um veturin heldur fjøldin til havs, men nakrir verða eftir við landið.
Teistin er spakur og vakur fuglur; og mangir menn eru so góðir við hann, at teir vilja ikki, at nakar skal gera honum ónáðir — við byrsu ella á annan hátt.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.