Tangled

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tangled
Tangled.svg
Leikstjórnað
Framleitt
Filmshandrit Dan Fogelman
Við støði í Rapunzel 
eftir Brothers Grimm
Tey leikandi
Tónleikur Alan Menken
Útgevari Tim Mertens
Framleiðslu
fyritøka
Filmsútleigari Walt Disney Studios
Motion Pictures
Útgávudagar
  • 14 november 2010 (2010-11-14) (El Capitan Theatre)
  • 24 november 2010 (2010-11-24) (USA)
Filmslongd
100 minuttir[1]
Land USA
Mál Enskt
Búskett $260 milliónir[2][3]
Atgongum.søla $591.8 milliónir[3]

Tangled ("fløkt"; danskt heiti: "To på flugt - Et hårrejsende eventyr") er ein amerikanskur familju teldugjørdur teknifilmur frá 2010. Hann hevur danska talu og nógvur tónleikur og sangur er í honum. Aldursmarkið er frá 7 ár og eldri. Filmurin varar 1 tíma og 40 minuttir. Film­urin kostaði 260 milliónir amerikanskir dollarar (1,35 milliardir krónur) at gera.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Langt inni í einum skógi, er tann vakra og ljóshærda prinsessan Rapunzel goymd í einum høgum torni. Øll vilja hava fatur á henni, av tí at hár hennara er gandað. Tá ið Rapunzel var lítil, stjól ein ónd kona hana og goymdi hana burtur fyri at hava gandamegina fyri seg sjálva. Foreldrini hildu á við at leita eftir henni, men til fánýtis.

Ein dagin rýmur tjóvurin, Flynn Rider, undan vaktarum og finnur av óvart tornið við goymdu Rapunzel. Hon leingist innarliga eftir frælsi og at sleppa at síggja heimin, sum hon ongantíð hevur upplivað. Flynn hevur ógvuliga nógvar fíggindar, men tey gera eina avtalu, og saman fara tey gjøgnum nógv spennandi og stuttligt. Rapunzel møtir nógvum nýggjum og spennandi fólkum, og tey gerast vinir hennara. Nógv av teimum eru tjóvar og ógvuliga vandamiklir, men Rapunzel fær tað besta úr teimum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Tangled: 100 minutes (Starz 08/2011 Schedule, Page 4)". http://www.starz.com/guides/1108STZ1.pdf. 
  2. Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named LATimes
  3. Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named mojo

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið