Títlingskongur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Títlingskongur

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Regulidae
Slekt: Regulus
Slag: R. regulus

Títlingskongur (frøðiheiti - Regulus regulus) er minsti fuglur í norðara helmingi av jarðknøttinum. Hann er grágrønur omaná, bleikgráligur í neðra, tvørtur um hvønn veingin ganga tvær hvítar rendur; á skallanum hevur hann ein fagran gulan topp við svørtum ringi uttanum — tað er av hesari "gullkrúnu", hann hevur fingið navnið. Hann eigur í skógum víða hvar í Evropa. Reiðrið líkist nakað mortítlingsreiðri; eina breiða fjøður heingir hann niður fyri dyrnar, so tær skulu ikki síggjast. Í Føroyum sæst hann av og á, mest um heystið. Helst leitar hann í urtagarðar, og børn verða so fegin av at síggja henda evurslítla fugl, sum er so lívligur og vakur og spakur.

Eitt heystið var ein flokkur í Gásadali. Um mikkjalsmessu kom kavi, og teir vóru tá so stirdir, at teir lótu seg taka. Børnini bóru teir inn í stovuna og sleptu teimum á urtapottarnar. Tá ressaðust teir skjótt. Í 3 dagar hoppaðu teir har millum rósurnar og pikkaðu blaðlýs. So lættir vóru teir, at ikki bognaðu bløðini undan teimum. Tá var kavin burtur, og so sleptu børnini teimum út aftur. Og tað gjørdu tey rætt, tí inni liva teir stutt.

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið