Tær sjey deyðssyndirnar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tær sjey deyðssyndirnar og fýra teir síðstu lutirnir eftir Hieronymus Bosch.

Tær sjey deyðssyndirnar (peccatum mortiferum) vóru sjey lastir, sum tey kristnu í miðøldini funnu til tess at leiðbeina menniskjunum til æviga sælu. Tær sjey deyðssyndirnar eita:

  • Leti (acedia)
  • Erni (superbia)
  • Vreiði (ira)
  • Oyðslan (gula)
  • Girnd (luxuria)
  • Kraddan (avaritia)
  • Øvund (invidia)

Fyri at slóða menniskjunum vegin til Gud varð roynt at gera tær lættar at minnast við at gera eitt akrostiskt orð úr teimum, nevniliga SALIGIA, sum er fyrsti bókstavur í teimum øllum á latínskum, tó í eini aðrari raðfylgju enn á føroyskum, týskum og hinum vanligu málunum, har tað hevði blivið ASIGLAI í staðin fyri

Rómversk-katólska kirkjan fann sjey dygdir, sum eru mótsettar syndunum. Hesar eita:

  • Ídni
  • Eyðmýkt
  • Blídni
  • Hógv
  • Frómi
  • Gávumildi
  • Tol

Í 1589 fann Peter Binsfield ein demon til hvørja synd:

  • Belfegor
  • Lucifer
  • Sátan/Amon
  • Belsebubb
  • Asmodeus
  • Mammon
  • Leviatan

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið