Sven Kramer

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Sven Kramer

Sven Kramer (føddur 23. apríl 1986 í Heerenveen) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning á langteinum. Hann hevur vunnið heiðursmerki í fleiri altjóða kappingum, eitt nú hevur hann vunnið heimsmeistaraheitið og evropameistaraheitið fleiri ferðir, og heiðursmerki á Vetrar-OL 2006, Vetrar-OL 2010 og á Vetrar-OL 2014, í 2010 og 2014 vann hann gull á 5000 metra-teininum, í 2006 vann hann silvur á sama teini. Í 2014 vann hann eisini silvur á 10000 metra-teininum. Á vetrar-OL 2006 og 2010 vann hann harumframt bronsu í liðkappingum.

Met[rætta | rætta wikitekst]

Kramer hevur sett heimsmet og olympiskt met á 5000 metra teininum. Heimsmetið setti hann í 2007 við tíðini 6:03.32 til HM í Kanada. Olympiska metið setti hann fyrst í Vancouver, Kanada á Vetrar-OL 2010 við tíðini 6:14.60, og síðan betraði hann um metið á Vetrar-OL 2014 í Sotsji við tíðini 6:10.76.

Á netinum[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið