Sundaferjan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sundaferjan var ein bilferja í Føroyum, sum sigldi frá 1969 til 1976 millum Oyri, Hvalvík, Hósvík og Selatrað. Bilferjan byrjaði at sigla hin 23. juni 1969.[1]

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Gamla Sundaferjan varð bygd í Svendborg í 1954 og sigldi í 12 ár millum Svendborg og Vindby – tá undir navninum Fritz Juel. Á sumri í 1969 keypti reiðaríið Sundaferjan á Oyrabakka ferjuna, og hon var í Føroyum fram til 1976, tá ið hon aftur varð keypt til Danmarkar og røkti farleiðir har fram til 2001. Arkitekturin Nils Jeppe Hansen umbygdi í 2001 skipið til ein húsbát, sum er 350 fermetrar til støddar. Í 2013 keypti Thomas Blachman, ið m.a. er kendur sum dómari í sjónvarps tónleikakappingini X-factor, húsbátin til at brúka sum kreativan verkstað. Gamla Sundaferjan hevur nú adressu á Danneskiold-Samsøes Allé í Keypmannahavn.[2][3]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Umborð á Sundaferjuni". Fjarðbúgvin. 1973-11-28. Retrieved 2020-12-29. 
  2. Eyðun Klakstein: Blachman hevur keypt gomlu Sundaferjuna[deyð leinkja], in.fo, 3. okt. 2013
  3. Færger og færgeruter - Fritz Juel 1954, svendborghistorie.dk