Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy byrjaði í august 1982 í leigaðum hølum við Gøtugjógv. Rektari varð Sámal í Skorini. Í august 1993 flutti skúlin í nýbygd høli á Kambsdali, beint við síðuna av nýggja Handilsskúlanum á Kambsdali. 1. august 2015 vóru Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy og Føroya Handilsskúli á Kambsdali lagdir saman í ein stovn, Miðnám á Kambsdali.

Rektarar:

  • Sámal í Skorini 1982 - 1. apríl 2011
  • Helga Foldbo (settur rektari) 1. apríl 2011 - februar 2015
  • Páll Isholm (settur rektari ) februar 2015, heldur fram sum rektari á samanlagda stovninum Miðnám á Kambsdali august 2015 -

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]