Strentingur
Strentingur (frøðiheiti/latín: Spinachia spinachia) verður upp í 22 cm langur. Undir Føroyum verður hann neyvan størri enn 16,5 cm. Strentingur er inni við land, í taranum. Eftir umstøðunum er hann brúnligur ella grønligur. Dimmar tvørstrikur eftir síðunum. Hann er grønhvítur undir búkinum. Strentingur hevur ikki vinnuligan týdning.
Strentingur er langur og klænur, tjúkkastur við gotið. Frá eygunum út í gronina er umleið tað sama sum hæddin á kroppinum, har hann er hægstur. Gotfjøðurin situr mest sum beint undir ryggfjøðurini, og fjaðrarnar eru nærum eins til støddar. Sporlið er heilt klænt og endar í einum lítlum, avrundaðum sterti. Á bakinum eru 14-17 týðiligir og spískir píkar frá ryggfjøðurini fram móti nakkanum. Ein píkur er beint framman fyri gotfjøðurina, og búkfjaðrarnar eru smáar og hava ein lítlan pík. Høvdið er langt og spískt. Kjafturin er lítil, upprendur. Hann hevur undirbit.
Bæði kombikk og strentingur lokka fleiri honir til reiðrið hjá sær at gýta, men hjá strentingi doyr kvennfiskurin tó eftir, at hon hevur gýtt. 24 vikur seinni, tá ið eggini eru klakt, doyr kallfiskurin eisini. Strentingur fær sostatt einans avkom eina ferð í sínum lívi.
Strentingur er frá Bretagne um Bretsku Oyggjarnar til Føroya. Frá Tromsø suður til Danmarkar og inn í Eystarasalt.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Snar.fo - Strentingur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-05-09. https://web.archive.org/web/20180509231031/http://snar.fo/fiskar/s/strentingur/. Heintað 2017-09-12.