Steppuveðurlag
Steppuveðurlag er bæði í heitum og køldum økjum. Turkurin og ikki hitin er avgerandi fyri veðurlagið og vøksturin. Vakstrarøkið í hesum veðurlagnum verður nevnt steppur. Her veksur ymiskt gras, leykir og fleiri runnar, men her er alt ov turt hjá høgum trøum, ið krevja nógv vatn fyri at vaksa. Hóast veðurlagið er turt, eru mong av heimsins týdningarmestu landbúnaðarøkjum og beitilendum í økjum, sum hava steppuveðurlag. Orsøkin er, at vatn kann verða leitt út á turra, men fruktagóða lendið. Tilfarið í steppujørð er vanliga leyst jørðildi, sum vit nevna løssjørð, og sum er evnað úr fokdusti, og sortujørð, sum hevur svartan lit. Í USA og Kanada eita grassteppurnar preriur, og í Argentina eita tær pampas. Á leið 10 % av heimsins fólkum liva í økjum, sum einaferð vóru steppur.