Sleppið Grindini 2015
Sleppið Grindini 2015 er ein herferð, ið Sea Shepherd Conservation Society førir í Føroyum í tíðarskeiðnum frá 15. juni til oktober 2015. Endamálið við herferðini er at forða fyri grindadrápi í Føroyum. Í 2014 førdi sami felagsskapur eina líknandi herferð, ið nevndist GrindStop 2014 og vardi frá umleið 15. juni 2014 til 1. oktober 2014. Í 2014 komu fleiri hundrað sjálvboðin frá Sea Shepherd, ið skiftust um at halda vakt við allar 23 hvalvágir í Føroyum hvønn einasta dag og í øllum veðri. Herðferðin hjá Sea Shepherd í 2014 førdi til nógv kjak í Føroyum, og hevði eitt nú ta avleiðing, at Føroya Løgting samtykti ymiskar broytingar í grindalógini, ið bleiv herd munandi, tá ið talan er um revsing fyri brot á grindalógina. Myndugleikarnir fingu størri heimildir til at afturhalda fólki, ið órógva einum grindadrápi, hesi kundu eftir nýggju lógini afturhaldast í upp til 24 tímar. Løgreglan fekk eisini heimild til at geva nógv størri bøtur fyri brot á grindalógina, enn talan fyrr hevði verið um. Í 2014 fingu fólk, ið órógvaðu grindadrápið á Sandi hin 30. august 2014, bert 1000 krónur í bót. Nýggja grindalógin gav heimild til, at fólk ið órógva ella royna at forða fyri grindadrápi, kunnu fáa upp til 25.000 krónur í bót.