Jump to content

GrindStop 2014 í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein av húsvognunum hjá Sea Shepherd í Trongisvági í 2014.
Columbus, eitt av skipunum hjá Sea Shepherd, í Tjaldavík í Suðuroynni.
Tvey fólk í Sea Shepherd klæðum á Sandvíkarhjalla í Hoyvík.

GrindStop 2014 er eitt átak ella aksjón, ið felagsskapurin Sea Shepherd Conservation Society hevði í Føroyum tíðarskeiðið juni til oktober 2014. Í hesum sambandi vóru fólk í stórum tali komin til Føroya fyri aktivt at mótmæla grindadrápi. Tey vóru í øllum oyggjum, har ið góðkendar hvalvágir eru.[1] Fólkini vóru úr øllum heiminum. Sea Shepherd felagsskapurin væntaði, at umleið 600 sjálvboðin fóru at skiftast um at koma til Føroyar, meðan átakið vardi. Tey sjálvbodnu hildu eyga við, um ein grind skuldi nærkast landi, og um so var at tey fingu eyga á eina grind, so skuldu syrgja tey fyri at reka hana út aftur, áðrenn føroyingar uppdagaðu grindina, og annars royndu tey at gera alt ið tey kundu fyri at forða føroyingum í at drepa grindahvalir.[2]

GrindStop búmerkið

[rætta | rætta wikitekst]

Ta fyrstu tíðina, tá Sea Shepherd fólkini komu til Føroya, gjørdist nógvir føroyingar illa við av búmerkinum, ið felagsskapurin hevði valt sær. Tey gingu í svørtum leðurjakkum við blóðdálkaðum føroyskum flaggi á rygginum, mitt í krossinum var ein skøltur, og mitt á pannuni á skøltinum vóru 2 grindahvalir umframt at tveir aðrir hvalir vóru teknaðir høgrumegin Merkið, omanfyri Merkið stóð "Sea Shepherd" skrivað við reyðum bókstavum, og niðanfyri stóð skrivað "GrindStop 2014". Nógv kjak stóðst av hesum í Føroyum, fleiri føroyingar vístu sína ónøgd, og føroysku fjølmiðlarnir gjørdu eisini vart við, at Merkið er vart við lóg frá 1959 við broytingum í 1998, har tað stendur greitt í grein 8, at eingin hevur loyvi til at gera seg inn á Merkið. Sitat úr lógini: "§ 8. Ongin má vanvirða flaggið hvørki í orðum ella gerðum. Tað er ólógligt at gera nýtslu av flagginum sum merki hjá einstøkum persónum, feløgum ella stovnum ella sum eyðkenni á atgongumerkjum ella á annan tílíkan hátt." [3] Nakrir dagar seinni valdi Sea Shepherd at fara burtur frá hesum búmerkinum, í staðin gjørdu tey eitt nýtt, har ið tey høvdu valt Tindhólm við blóðigum sjógvi blandað saman við teirra vanliga búmerki.[4] Átaksleiðarin av GrindStop 2014, Scott West, segði á einum tíðindafundi, stutt eftir at Sea Shepherd var komið til Føroya, at hann var klárur til at kasta seg á sjógv ímillum ein hval og ein knív, fyri at bjarga einum hvali. Ein 24-ára gamal danskur Sea Shepherd aktivistur, Lukas Erichsen úr Keypmannahavn, hevur somu áskoðan.[5]

Mótstøða frá kommunalum myndugleikum

[rætta | rætta wikitekst]

Fleiri kommunur í Føroyum royndu aktivt at gera tað ringt hjá Sea Shepherd at vera í teirra kommunum, til dømis við at forða teimum í at sleppa á sjógv við bátum teirra, við at sperra bátadráttir í kommununi við stórum betongklossum. Tað gjørdi Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, men tað sama frættist úr t.d. kommunum úr Suðuroynni, aðrastaðni á Sandoynni og aðrastaðni í Føroyum. Brandur Sandoy segði eisini við in.fo, at hann eigur eitt summarhús á Sandi og at hann hevði fingið fyrispurning frá Sea Shepherd um at leiga summarhúsið Sandoynni, men tað noktaði hann teimum.[6]

Høvdu ætlanir um at mótmæla á ólavsøku á Tinghúsvøllinum

[rætta | rætta wikitekst]
Her á Tinghúsvøllinum, har ið løgtingslimir, landsstýrisfólk, prestar, bispur og stóra ólavsøkusangkórið plaga at framføra, ætlaði Sea Shepherd og onnur at mótmæla grindadrápi.

Sea Shepherd og aðrir felagsskapir høvdu ætlanir um at mótmæla grindadrápi á tjóðarhátíð føroyinga, ólavsøkudag, 29. juli, á Tinghúsvøllinum. Tey høvdu lýst við, at tey vildu skipa fyri einari stórari mótmælisgongu,[7] og høvdu sent eina umsókn til Tórshavnar kommunu um loyvi til at mótmæla ólavsøkudag millum klokkan 11 og 14 frammanfyri Løgtingshúsinum. Hvørki løgreglan í Føroyum ella Tórshavnar kommuna vildu tó loyva hesum, tí tað fór at oyðileggja hátíðarløtuna á Tinghúsvøllinum.[8] Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði við in.fo, at tað als ikki kundi koma uppá tal, at útlendskir felagsskapir fóru at fáa loyvi til at koma til Føroya fyri at mótmæla sjálvan ólavsøkudag og mitt í býnum.[9] Í staðin fingu felagsskapirnir loyvi til at mótmæla uppi í Hoyvík. Umframt Sea Shepherd høvdu tveir týskir felagsskapir, ProWal og WDSF, lagt ætlanir um at luttaka í mótmælinum móti grindadrápi. Tá tey ikki fingu loyvi til at mótmæla mitt í Havnini, valdu teir týsku felagsskapirnir at lata vera við at koma til Føroya.[10] Chefinspektørurin hjá løgregluni í Føroyum, Peter Thaysen, segði við Jyllands-Posten, at tey høvdu fingið fleiri ákærur frá Sea Shepherd um føroyingar, ið provokeraðu tey, men at tað ikki hevði so nógv uppá seg, tað hevði ikki verið nakað mál um harðskap. Sea Shepherd hevði meldað okkur herverk, ið skuldi vera framt móti ognum teirra, t.d. søgdu tey, at dekkini á bilum teirra vóru skorin upp, at nummarplátur vóru stolnar og at rútar vóru brotnir, har ið tey búðu.[11]

Sea Shepherd rak eina grind til havs úr Haraldssundi

[rætta | rætta wikitekst]
Livar Nysted útalaði seg um hendingina í Hvannasund

30. juli eydnaðist tað Sea Shepherd at forða einum grindadrápi, tá ein lítil grind var komin inn í sundið millum Kunoy og Borðoy og helt til beint við Hararldssund. Veðrið var ikki nakað serligt til grindarakstur tann dagin, og tað var langur vegur hjá bátum at fara úr Klaksvík og allan vegin norður um Kunoynna og síðan suður í sundið fyri at reka grindina til nærmastu hvalvág, ið var Hvannasund. Sýslumaðurin í Norðoyggjum gav boð um, at tað skuldi bíðast við at halda grindina til og bíða til veðrið væntandi bleiv betri dagin eftir. Ongin bátur var hjá grindini, ein bátur frá danska politinum kom á staðið men fór avstað aftur. Um middagstíð kom ein bátur frá Sea Shepherd á staðið, og løtu seinni rak hesin báturin grindina norður gjøgnum sundið og til havs. Dagin eftir meldaði sýslumaðurin í Norðoyggjum, Karl Johansen, Sea Shepherd til politiið fyri brot á grindakunngerðina.[12] Karl Johansen segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at løgreglan onki kundi gera, tá ið báturin frá Sea Shepherd rak grindina til havs, tí at løgreglan ikki hevði nakran bát tøkan júst tá.

Føroyski havrógvarin, Livar Nysted, sá tilburðin frá landi, meðan hann var til arbeiðis í haganum í Haraldssundi, og hann skrivaði í støðudagføring síni á Facebook tann dagin um hendingina. Vágaportalurin endurgav tað ið hann skrivaði við yvirskriftini "Ikki serliga stoltur av okkum føroyingum í dag".[13] Hann varð seinni endurgivin á in.fo, sum eisini hevði eina samrøðu við hann við yvirskiftini "Livar: Sea Shepherd bukaði okkum upp á pláss." Livar Nysted segði, at hann helt ikki, at veðrið var so ringt um morgunin tann 30. juli og at grindin var har longu klokkan 8 um morgunin. Veðrið bleiv verri út á seinnapartin, men hann meinti, at føroyingar saktans kundu havt rikið grindina norður um Nakkan (Kunoyarnakka) og inn á Hvannasund,[14] sum er góðkend hvalvág,[15], áðrenn veðrið gjørdist ov ringt. Livar segði, at eftirsum ein lítil jolla hjá Sea Shepherd megnaði at koma fram til grindina um middagsleitið og reka hana til havs, so kundu størri motorbátar úr Klaksvík saktans havt klárað túrin úr Klaksvík til Haraldssund og norður aftur gjøgnum sundið. Í somu samrøðu segði Livar, at hann ikki var stoltur av, sitat: at 48.000 føroyingar lótu seg kúga av umleið 70 hippiarum.[16][17] Paul Watson fortaldi um hendingina við Haraldssund á fronsku heimasíðuni hjá Sea Shepherd[18]

Grindaboð í Hvalba

[rætta | rætta wikitekst]
Strondin í Hvalba varð avsperrað av løgregluni fyri at forða fyri, at fólk frá Sea Shepherd órgógvaðu grindadrápið, sum tó ikki bleiv til nakað, tí grindin slapp.
Ein bilur frá Sea Shepherd varð afturhildin av vanligum borgarum við Hvalbiartunnilin á syðru síðu.
Umleið 200 bilar stóðu í kø fyri at sleppa suður ígjøgnum einsporaða Hvalbiartunnilin.

12. august 2014 kl. 14.35 var grindaboð í Suðuroy, eftir at skiparin á Smyrli hevði funnið eina grind við Skarvatanga og givið løgregluni boð um tað,[19] Skarvatangi er millum Hvalba og Froðba. Í fyrstuni var tað óvist, hvaðar grindin skuldi rekast, annahvørt til Trongisvágs ella til Hvalbiar,[20] grindin var tættari við Trongisvág, men steymurin var harður og gekk norðureftir nakað seinni. Sýslumaðurin og grindaformenninir í Suðuroy tóku tí avgerð um, at grindin skuldi rekast inn á Hvalba. Fleiri bátar sigldu út til grindina, og grindamenn úr allari oynni fóru til Hvalbiar og stóðu klárir á strondini har. Hetta grindadrápið hevði verðið tað fyrsta í Føroyum, síðan Sea Shepherd kom til Føroya við GrindStop átakinum, so stórur spenningur var um, hvørt tey fóru at blanda seg í drápið, eins og tey høvdu lovað.

Løgreglan, ið hevði fingið hjálp úr Danmark, kom úr Havnini við tyrlu og sperraði alt økið kring strondina í Hvalba. Bert royndir grindamenn fingu loyvi til at koma oman á strondina. Nøkur Sea Shepherd fólk náddu til Hvalbiar, men tey vórðu støðgað av politinum og sluppu ikki oman á strondina. Nøkur Sea Shepherd fólk, ið ætlaðu sær til Hvalbiar, yvirhálaðu ta longu køina, ið var sunnanfyri tunnilin, áðrenn grindin slapp, men hesi vóru afturhildin av vanligum borgarum, ið sperraðu bilin hjá teimum inni. Ferðsluproppur var komin í orsakað av, at nógvir bilar koyrdu gjøgnum einsporaða tunnilin, m.a. kom ein bussur frá Bygdaleiðum suður gjøgnum tunnilin, samstundis sum nógvir bilar vóru á veg norður gjøgnum tunnilin orsakað av grindini.

Tað endaði við, at grindin slapp og at tað tískil ikki bleiv nakað grindadráp. Veðrið var ikki til vildar, rættiliga nógvur vindur var og harður streymur, og grindin kavaði illa og at enda fingu grindamenninir á bátunum ikki eyga á hana aftur. Avsperringin varð tikin niður aftur og tey nógvu fólkini, ið vóru komin til Hvalbiar í grind ella fyri at eygleiða, fóru heimaftur, og bilkøin úr Hvalba gjørdist sera long, tí allir bilarnir skuldu ígjøgnum smala tunnilin aftur. Umleið 200 bilar stóðu í kø, men alt spældi tó væl av, løgreglumenn hjálptu við til at leiða ferðsluna gjøgnum tunnilin.[21] Áðrenn grindaboðini í Hvalba 12. august høvdu fólk kjakast nógv um tað, at Sea Shepherd var í Føroyum, og at onki grindadráp hevði verið, meðan tey vóru í Føroyum. Spenningur hevði eisini verið um, hvørt løgreglan var til reiðar at forða Sea Shepherd í at órógva grindadrápi í Føroyum og at verja Sea Shepherd fólkini frá at koma til skaða undir einum grindadrápi. Dagin eftir segði Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni, at løgreglan hevði víst, at hon var klár og meðnaði uppgávuna.[22]

  1. "Aktuelt.fo, Her eru almennu hvalvágirnar í Føroyum (Her er de officielt godkendte hvalfangstfjorde på Færøerne)". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-08. https://web.archive.org/web/20140808044220/http://aktuelt.fo/her+eru+almennu+hvalvagirnar+i+foroyum.html. Heintað 2014-09-01. 
  2. Jyllandsposten.dk - Militante miljøaktivister flokkes til Færøerne. Heintað 1. september 2014.
  3. vp.fo, Soleiðis vanvirðir Sea Shepherd føroyska flaggið
  4. "aktuelt.fo, Blóðugur Tindhólmur ístaðin fyri Merkið, skrivað hevur Ingi Samuelsen, 17. juni 2014.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-12. https://web.archive.org/web/20140812205633/http://aktuelt.fo/blodugur+tindholmur+istadin+fyri+merkid.html. Heintað 2014-09-01. 
  5. Ekstrabladet.dk - Dansk hvalaktivist vil gøre alt for at stoppe grindedrab. Heintað 1. september 2014.
  6. "in.fo - Brandur tekur kampin upp við Sea Shepherd". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-21. https://web.archive.org/web/20140721030620/http://www.in.fo/news-detail/news/brandur-tekur-kampin-upp-vid-sea-shepherd/. Heintað 2014-09-01. 
  7. jyllands-posten.dk, Færinger vender sig mod søaktivister
  8. "in.fo, Mótmælisfólk til Hoyvíkar at mótmæla". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-29. https://web.archive.org/web/20140829100232/http://www.in.fo/news-detail/news/sea-shepherd-til-hoyvikar-at-motmaela/. Heintað 2014-09-01. 
  9. "in.fo, Sleppa ikki til Føroya at oyðileggja ólavsøkuna". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-12. https://web.archive.org/web/20140812212142/http://www.in.fo/news-detail/news/sleppa-ikki-til-foeroya-at-oydileggja-olavsoekuna/. Heintað 2014-09-01. 
  10. jyllands-posten.dk
  11. jyllands-posten.dk
  12. kvf.fo, Sýslumaður meldað Sea Shepherd til løgregluna
  13. vp.fo
  14. "in.fo, Livar: Sea Shepherd bukaði okkum upp á pláss". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-10. https://web.archive.org/web/20140810192012/http://www.in.fo/news-detail/news/livar-sea-shepherd-bukadi-okkum-upp-a-plass/. Heintað 2014-09-13. 
  15. "Aktuelt.fo, Her eru almennu hvalvágirnar í Føroyum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-08. https://web.archive.org/web/20140808044220/http://aktuelt.fo/her+eru+almennu+hvalvagirnar+i+foroyum.html. Heintað 2014-09-01. 
  16. "in.fo, Livar: Sea Shepherd bukaði okkum upp á pláss. In.fo hevur samrøðu við Livar Nysted, har hann úttalar seg um hendingina í Haraldssundi, sum hann eygleiddi frá haganum tætt við.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-10. https://web.archive.org/web/20140810192012/http://www.in.fo/news-detail/news/livar-sea-shepherd-bukadi-okkum-upp-a-plass/. Heintað 2014-09-13. 
  17. vp.fo
  18. "Seashepherd.fr - Sea Shepherd News". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-26. https://web.archive.org/web/20140826120948/http://www.seashepherd.fr/news-and-media/news-20140731-fr-01.html. Heintað 2014-09-13. 
  19. "in.fo - Grindin kavaði og slapp". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-19. https://web.archive.org/web/20140819084903/http://www.in.fo/news-detail/news/grindin-kavadi-og-slapp/. Heintað 2014-09-13. 
  20. "in.fo - Dagført: Grindin verður rikin á Hvalba". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-13. https://web.archive.org/web/20140813031349/http://www.in.fo/news-detail/news/grind-funnin-utfyri-skarvatanga/. Heintað 2014-09-13. 
  21. "aktuelt.fo - Bilrøðin sigur alt: Hvalbingar mugu fáa nýtt berghol". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-19. https://web.archive.org/web/20140819085535/http://aktuelt.fo/myndin+sigur+alt+hvalbingar+mugu+faa+nytt+berghol.html. Heintað 2014-09-13. 
  22. sudurras.fo, Grindin í Hvalba: Vóru klárir