Skúlin á Argjahamri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Skúlin á Argjahamri (gamli skúlin var nevndur Argja Skúli) er ein nýggjur (2011) skúli á Argjum í Føroyum. Skúlin er ein av fólkaskúlunum í Føroyum og ein av fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu. Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu í august 2011. Skúlin er tvísporaður frá 1-9 flokk. Har er eisini frítíðarskúli. Bygningurin er skipaður í fýra eindir, og teir tríggir undirvísingarpartarnir eru í hvør síni eind við felagsøki bæði til lærarar og næmingar. Í tí fjórðu eindini er m.a. dupult fimleikahøll. Skúlastovurnar eru allar á ovastu hæddini. Skúlin á Argjahamri er 7.100 m² til støddar. Skúlaárið 2011/12 ganga 319 næmingar í tilsamans 17 flokkum í Argja skúla. Lærararnir eru 31.[1]

Ráðgevararnir[rætta | rætta wikitekst]

  • MAP arkitektar – tekning og projekteringsleiðslu
  • LBF ráðgevarar – berandi konstruktiónir og el
  • MEL/PBC ráðgevarar – hvs, ventilatión og sprinkling

Høvuðsarbeiðstøkuna og projektleiðsluna hevði byggifelagið Articon.

Undirveitarar[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Torshavn.fo, Skúlin á Argjahamri
  2. Argjaskuli.fo, Skúlin á Hamrinum á Argjum

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]