Jump to content

Skótahúsið Kambur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Skótahúsið Kambur er fyrrverandi skótahús hjá KFUM-skótunum í Føroyum.

Skótahúsið er elsta hús á Kambsdali og er bygt í 1964[1]. Húsini eru vígd í 1965 av Busch presti í Klaksvík, til eitt hátíðarhald, tá ið táverandi løgmaður, Hákun Djurhuus helt røðu. Til hetta tiltakið varð ein slípaður steinur við árstali settur inn í grundina, og varð hesin steinur settur av løgmanni[2].

Í 1963 var skótalega á Kambsdali, har tankarnir um at byggja eitt skótahús á dalinum. Óla Bjørn við Stein og Jákup Bærentsen fingu tá tað hugskot, at lata eitt skótahús byggja á Kambsdali. Árið eftir varð farið undir at byggja húsið, sum stóð klárt sama ár í 1964. Fuglfirðingurin Jákup Oluf Jacobsen teknaði húsini, og kostaðu tey 60.000 krónur at byggja. Tá ið bygt varð, høvdu skótarnir einans 300 krónur í kassanum. Frá byrjan av varð samstarva við Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroyum, sum brúkti húsið til legur, og av tí at hesar legurnar høvdu so nógvar luttakarar, var plásstrot til legurnar. Hetta evldi til, at Heimamissiónin longu tvey ár eftir í 1966 tók stig til at útbyggja skótahúsið, sum KFUM skótarnir góðu Heimamissiónini loyvi til. Útbygningurin varð bygdur vestur úr húsunum, og kom at kosta áleið tað sama sum fyrsta byggistig[3].

Upprunaliga hevði skótahúsið gassljós og oljukaminu, og hvørki vesi ella vatn var í húsinum. Tá stóð útihús sunnanfyri húsini, móti ánni, og tá ið vatn skuldi brúkast inni í húsinum, varð neyðugt at fara í ánna eftir vatni.

Í 1978 varð miðstovuhiti lagdur í húsini, umframt at nýggjur køkur varð uppsettur, og drenað varð eisini rundanum húsini. Hetta arbeiðið kostaði samanlagt 180.000 krónur. Lánið varð afturrindað aftaná 2 ár, og peningurin varð fingin til vega frá einum basari í 1979 umframt at Jólamerkjagrunnurin eisini veitti fígging[3].

Í 1985 vóru húsini høvuðsumvæld og kostaði 500.000[3]. Umvælingin fevndi um at skifta klædning, húsabjálving, skifta vindeygu, leggja á gólvini, gera koyggjur í sovirúmunum, stoypa gólv í kjallaranum, umframt annað smátt arbeiði. Umvælingin varð gjørd av sjálvbodnum handverkarum, sum teknaðu seg til tiltakið "Arbeiðsdagar á Kambsdali", sum skótarnir skipaðu fyri[4].

Tann 1. juni 2008 tók skótavirksemið í Skótahúsinum Kambur ein enda, tá ið húsið varð keypt av Fuglafjarðar Kommunu, sum skuldi brúka húsini sum kommunalt frítíðarskúlatilboð[5]. Húsini hava síðan tá verið karmur um frítíðarskúlan Kambur.

Frá fyrstu tíð av, varð skótahúsið nýtt til landspatruljukapping, og var eisini karmur um landsfund hjá føroysku KFUM skótunum. Eisini varð húsið brúkt til skótalegur, sum skótalið kring landið stundum nýttu. Millum tiltøkini kunnu nevnast patruljuføraravenjing (PF-venjing), landspatruljukapping (LPK), landsfundir og leiðaraskeið, v.m.[6].

Eisini var skótahúsið karmur um Gillwell-útbúgvingina, sum er ein alheims leiðaraútbúgving fyri skótar, sum hevur virkað síðan 1919. Gillwell-útbúgvingin fevndi tá m.a. um pedagogik og ungdómspsykologi, umframt at dentur varð lagdur á sambandið millum skótar og samfelag og millum skótar og foreldur og skúla[7].

  1. Fuglafjarðar Býráð (1989) Brot úr Fuglafjarðar Søgu.
  2. 14. September (1965). Skótahúsið á Kambsdali. 14. September nr. 67, árgangur 19, frá leygardegnum 18. september 1965.
  3. 3.0 3.1 3.2 Joensen, Jón Magnus (1998). Kambsdalur enn nýttur av skótum og øðrum. Heimatíðindi. Dimmalætting, hósdagur 16. apríl 1998, síða 4.
  4. Dagblaðið (1985). Skótahúsini á Kambsdali umvælast. Dagblaðið tann 11. september 1985, síða 8.
  5. "Gerðabók Býráðsins". Fuglafjarðar Býráð. 26. juni 2008. https://fuglafjordur.fo/wp-content/uploads/2016/11/26--juni-2008.pdf. Heintað 07-07/2021. 
  6. 14. September (1988). KFUM skótarnir undir nýtt tiltak: Senda nú út tíðindi um virksemið.
  7. Sosialurin (1980). Kemur føroysku skótunum væl við. Sosialurin nr. 27, 9. apríl 1980, síða 3.