Skógspurvur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skógspurvur

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Passeridae
Slekt: Passer
Slag: P. montanus
Passer montanus

Skógspurvur (frøðiheiti - Passer montanus) er til støddar nakað sum grátítlingur. Omaná er hann flekkutur av brúnum og svørtum, uppi á høvdinum reyðbrúnur, vangarnir eru hvítir við svørtum bletti í; tvørtur um veingin ganga tvær hvítar rendur. Velið er grátt. Í 1866 komu tveir til Skúvoyar. Teir klaktu tvær ferðir um árið, og við tíðini nørdust teir so, at fleiri stórir flokkar vóru altíð at síggja í bønum; aðrar oyggjar komu teir ikki í. Teir ótu kornið av veltunum, og Skúvoyingar vistu sær eingi ráð til at sleppa av við teir. Men so hvurvu teir líka brádliga, sum teir vóru komnir. Síðan tá hava teir lítið sæst í Føroyum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið