Jump to content

Sisimiut

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grunddáta
Land: Grønland Grønland
Íbúgvar (2013): 5.598
Postnummar: 3911

Sisimiut (fyrr nevndur Holsteinsborg) er ein býur í Grønlandi. Býurin liggur í Qeqqata kommunu í Mið-Vesturgrønlandi við strondina til Davis-sundið. Býurin er høvuðsbýur í kommununi. Fólkatalið er 5.598 og býurin er næst størsti býur Grønlands, næst eftir Nuuk. Hægsta fjallið í Sisimiut er 784 metrar høgt. Sisimiut er Grønlands norðasta havn, ið er ísfrí um veturin. Býurin liggur umleið 320 km norðan fyri Nuuk Áðrenn kommunureformin í 2009 var Sisimiut høvuðsbýur í Sisimiut kommunu.

Sisimiut hevur havt búseting av fleiri ymiskum fólkasløgum í umleið 4 500 ár. Teir fyrstu íbúgvarnir vóru eitt Inuit-fólk frá Saqqaq-mentanini, Dorset-mentanini og seinni frá Thule-mentanini, hvørs eftirkomarar í høvuðsheitum eru tey ið nú búgva í býnum. Harumframt eru eisini rættiliga nógv fólk av donskum uppruna, ið fluttu til økið undir leiðslu av prædikumanninum Hans Egede í 1720-árunum.

Sisimiut veksur við 8 % um árið, hetta ger býin til tann triðskjótast veksandi býin í landinum.[1] Fiskivinnan er enn tann týdningarmiklasta vinnan í Sisimiut, sjálvt um onnur sløg av vinnum eru í býnum. KNI og dóttirfelagið Pilersuisoq, ið rekur eina røð av handlum hjá landinum, hevur høvuðssæti í býnum. Arkitektoniskt er Sisimiut ein blanding av teimum siðbundnu fleirlittu einfamiljuhúsunum av træ og íbúðarblokkar, sum vóru bygdir orsakað av politikkinum hjá donskum myndugleikum í 1960-árunum við miðsavnan. Býurin veksur í norðara parti av býnum. Serliga hinumegin tað smølu Ulkuvíkina móti floghavnini er eitt øki sett av til nýtíðar forstaðarbúseting. Air Greenland flýgur frá Sisimiut til fleiri býir á vesturstrondini og til fleiri lond í Evropa umvegis Kangerlussuaq Floghavn.

Tað eru fleiri vanligir og fakligir skúla í Sisimiut, ið bjóða útbúgvingar til íbúgvarnir í býnum og økinum kring býin. DTU hevur sett á stovn Center for Arktisk Teknologi í býnum. Í 2008 læt upp Grønlands annar mentanardepil, Taseralik Kulturcenter, ið bæði hevur biograf og sjónleikarhøll.[2]

  1. Nationale vækstcentre[deyð leinkja]. Heintað 10. desember 2014.
  2. Om Taseralik taseralik.gl/da
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið