Rósa Samuelsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rósa Samuelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. des 1959
Starv politikari, banker
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Rósa Samuelsen

Rósa Samuelsen (fødd Simonsen, 22. desember 1959 i Tórshavn) er ein føroysk bankakvinna og politikari (Sambandsflokkurin). Hon er útbúgvin innan skrivstovu- og peningastovn og hevur starvast í peningastovni.[1]

Lívsleið innan politikk[rætta | rætta wikitekst]

Hon var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1999–2008, herundir borgarstjóri 2001–2008. Hin 1. januar 2009 varð kommunan løgd saman við Miðvágs kommunu til Vága kommunu. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið borgarstjóri í Vága kommunu. Hon hevur eisini havt fleiri onnur kommunupolitisk álitisstørv, eitt nú var hon formaður í Føroya Kommunufelag 2004–2008.

Rósa hevur verið vald inn á Føroya Løgting síðan 2008 og hevur verið formaður í Løgtingsins trivnaðarnevnd síðan 2011 og limur í Landsstýrismálanevndini síðan 2011. Árini 2008–2011 var hon almannamálaráðharri í fyrru stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen, og Marjus Dam tók sæti á Løgtinginum í hennara stað.

Landsstýriskvinna[rætta | rætta wikitekst]

  • 2008-11 Landsstýriskvinna í almannamálum

Løgtingslimur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2008-11 Vald inn á løgtingið, sat í landsstýrinum alt tíðarskeiðið, Marjus Dam tók sæti í Løgtinginum
  • 2011- Løgtingslimur

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

Bygdarráðslimur og borgarstjóri[rætta | rætta wikitekst]

Onnur politisk størv[rætta | rætta wikitekst]

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Rósa er dóttir Erlu Mariu og Sólfinn Jóhan Simonsen. Hon er gift við Heðin M. Svabo Samuelsen, saman eiga tey trý børn: Árni S. Svabo Samuelsen, Erla M. Svabo Samuelsen og Marni Svabo Samuelsen.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Logting.fo, Rósa Samuelsen". http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=104. Heintað 2013-11-29.