Akrar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Akrar
Øgrum (danskt)
Bygd
Akrar
Akrar
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Sumbiar kommuna
Íbúgvar 19 (2015)[1]
Postnummur FO-927
Markatal -

Akrar er lítil niðursetubygd á sunnara armi á Lopransfirði í Suðuroy.

Í 1955 búðu 73 fólk í bygdini[2]. Í 1970-árunum fór bygdin at minka, og í 2015 búðu 19 fólk har[3].

Um navnið[rætta | rætta wikitekst]

Skriftformurin Akrar, sum higartil hevur verið vanligur, setur navnið í samband við kornvelting. Tey sakligu viðurskiftini á staðnum tala ímóti hesari tolking. Navnið gongur óivað aftur til eitt gamalt norrønt hvørkikynsorð øgr ’lítil vík’, í hvørjumfalli fleirtali øgrum, í hvørsfalli agra. Av hesum formum er formurin Agrar runnin sum sekunderur hvørfalsformur (og hevur skift til kvennkyn).

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsti maður, ið setti búgv á Økrum, var úr Sumba. Hetta var í 1818. Seinri fluttu onnur til bygdina. Kendasti maður á Økrum er Poul Johannes Midjord (1823-1908), ið var táttayrkjari. Hann giftist við dóttur nesbóndans hinu megin fjørðin, men tað var ikki við bóndans vilja, og sagt verður, at Poul Johannes fór eftir unnustu síni á nátt og flutti hana yvir um fjørð, uttan at foreldrini vistu av. Kendasti táttur hansara er eisini Nesbóndatátturin, har hann ger gjøldur burtur úr verfaðirinum.

Ein annar kendur maður av Økrum er politikarin Jacob Vestergaard, ið var fiskimálaráðharri Føroya undir fyrru og seinnu stjórn Kaj Leo Holm Johannesen, m.a. í tíðini, tá ið ES setti handilsforðingar (boykot) í verk ímóti Føroyum orsakað av trætuni um silda- og makrelkvotuna. Jacob Vestergaard stóð tó fastur við sína áskoðan og vann ósemjuna, ið endaði við, at ES noyddist at slaka og ganga við til, at Føroyar fekk størri kvotu, enn ES upprunaliga hevði ætlað.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo
  2. Hagstova.fo søgulig tøl[deyð leinkja]
  3. Hagstova.fo 2015


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 61°27′20″N 6°45′33″W / 61.45556°N 6.75917°W / 61.45556; -6.75917