Munurin millum rættingarnar hjá "Sandvík"
sNo edit summary |
s robot Adding: hu:Sandvík |
||
Linja 51: | Linja 51: | ||
[[de:Sandvík]] |
[[de:Sandvík]] |
||
[[en:Sandvík]] |
[[en:Sandvík]] |
||
[[hu:Sandvík]] |
|||
[[nl:Sandvík]] |
[[nl:Sandvík]] |
||
[[no:Sandvík]] |
[[no:Sandvík]] |
Endurskoðan frá 23. mai 2008 kl. 18:20
| ||
Postnummar | FO 860 | |
Kommuna | Hvalbiar kommuna | |
Markatal | - | |
Íbúgvar (2006) | 120 | |
Sandvík er ein bygd i Suðuroy.
Sandvík er niðursetubygd og vóru tað hvalbingar, ið komu hagar um 1815. Tá kallaðist víkin Hvalvík. Bygdin er nevnd í Føroyingasøgu við navninum Sandvík, og har búði Torgrímur illi. Hann var eingin vinmaður við Sigmund Brestisson, ið vildi hava Føroyar at vera skattland Noregs kongs. Tá ið Tróndur í Gøtu við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr Skúvoy til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum.
Sandvík var ikki bygd fyrrenn mellum 1813-1816. Frá miðøld og fram í 20. øld hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni er í landinum. Í 1911 varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn aftur.
Í 1866 bygdi Niels Jacob Olsen húsini Uttan Ánna, sum í dag er forminnissavn. Húsini eru tey fyrstu, sum eru bygd uttan fyri ta stóru ánna, ið rennur mitt gjøgnum bygdina.
Fleiri gomul hús og bygningar eru í bygdini, m.a. er ein gomul smiðja, sum Tummas Thomsen átti. Eisini er ein gamal handil fra 1877, sum var úthandil hjá handilsmonnunum á Tvøroyri. Tað var Jens Marius Nielsen, sum var seinasti handilsmaður har.
Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv (Neytakonugjógv), har níggju neytakonur gingu seg útav í mjørka. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í 1970, men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur.
Brot úr Sandvíkssanginum.
Lag: Højt over fjellet (skjótari tempo) Engedahl & Stordahl: Midnattsolens land.
Sandvík, mín heimbygd, kær tú mær er, prúðasta bygd í føroyum tú er, gitin tú er um landið alt, aldrin tú gloymast skalt.
Keldur
- Faroestamps.fo - Sandvík
- Blað 1 - Des. 2006 - 8 flokkur í Hvalba
Slóðir úteftir