Munurin millum rættingarnar hjá "Mikkjal á Ryggi"
Slettaði skeivt føðidato |
No edit summary |
||
Linja 14: | Linja 14: | ||
* [[1940]] - ''Miðvinga søga''. |
* [[1940]] - ''Miðvinga søga''. |
||
* [[1951]] - ''Fuglabókin''. |
* [[1951]] - ''Fuglabókin''. |
||
* [[1954]] - '' |
* [[1954]] - ''Heri Danielsen.'' |
||
==Kelda== |
==Kelda== |
Endurskoðan frá 15. sep 2017 kl. 11:41
Mikkjal á Ryggi | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 17. okt 1879 í/á Miðvágur |
Andaðist | 20. okt 1956 í/á Tórshavn |
Starv | høvundur, yrkjari, lærari, politikari |
Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
Foreldur | faðir Dánjal Pauli Michelsen |
Dátuheiti | |
ISNI | 000000003577949X |
VIAF | 41110214 |
LCAuth | n96075882 |
Commons | Mikkjal á Ryggi |
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 - d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann var føddur í Miðvági. Sum ungur fór hann tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum.
Rithøvundastarv hansara fevndi millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin "Lítla hara" stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954.
Álitisstørv
- 1924 - 1928 Løgtingslimur (Sjálvstýrisflokkurin).
- 1930 - 1934 formaður í Føroya Lærarafelag.
Útgivið
- 1926 - Landalæra I (saman við A. Thomsen).
- 1935 - Dýralæra I.
- 1940 - Miðvinga søga.
- 1951 - Fuglabókin.
- 1954 - Heri Danielsen.
Kelda
- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 345 (PDF-Download)
- Føroyskir Sangtekstir