Munurin millum rættingarnar hjá "Moska"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
No edit summary
s EileenSanda moved page Moskur to Moska over redirect: flutt til eintal
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 12. jun 2016 kl. 08:48

Kababir-moskan í Haifa.

Ein moska er eitt hús (vanl. við torni) til muslimska gudstænastu og halgigerðir [1]. Áðrenn fólk fara inn, lata tey seg úr skónum og vaska sær. Tey venda sær ímóti einari kullu í vegginum. Henda kulla nevnist mihrab, og vísir ímóti Mekka í Saudiarábia. Hvønn fríggjadag eiga muslimar at fara í moskuna. Aðrar dagar kunnu tey biðja, har tey eru stødd. Fimm ferðir um dagin fer ein rópari (muezzin) upp í eitt høgt torn, minaret, og kallar allar muslimar til bønarhald.

Elstu moskurnar vóru vanlig hús, men seinni eru moskur bygdar, sum eru dømi um mæta muslimska list. Islam bannar myndum av menniskjum og øllum livandi verum. Tí eru veggirnir skrýddir við kynstrugum mynstrum og vakurt skrivaðum teksti. Tey trúgvandi leggja seg fram eftir rommum, meðan tey biðja. Áðrenn muslimar leggja seg á knæ at biðja í einari mosku, vaska teir sær um andlit, føtur og hendur.

Keldur

  1. http://www.sleipnir.fo/obg/fob/fob.php?leitord=moska&button_leita=&action=1&pageno=0
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið