Moska

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Moskur)
Far til: navigatión, leita
Kababir-moskan í Haifa.

Ein moska er eitt hús (vanl. við torni) til muslimska gudstænastu og halgigerðir [1]. Áðrenn fólk fara inn, lata tey seg úr skónum og vaska sær. Tey venda sær ímóti einari kullu í vegginum. Henda kulla nevnist mihrab, og vísir ímóti Mekka í Saudiarábia. Hvønn fríggjadag eiga muslimar at fara í moskuna. Aðrar dagar kunnu tey biðja, har tey eru stødd. Fimm ferðir um dagin fer ein rópari (muezzin) upp í eitt høgt torn, minaret, og kallar allar muslimar til bønarhald.

Elstu moskurnar vóru vanlig hús, men seinni eru moskur bygdar, sum eru dømi um mæta muslimska list. Islam bannar myndum av menniskjum og øllum livandi verum. Tí eru veggirnir skrýddir við kynstrugum mynstrum og vakurt skrivaðum teksti. Tey trúgvandi leggja seg fram eftir rommum, meðan tey biðja.

Reglur og siðvenja[rætta | rætta wikitekst]

Moskur hava eina røð av reglum, ið skulu fáa tey trúgvandi at hugsavna seg um at tilbiðja Gud.

Bønarleiðari[rætta | rætta wikitekst]

Ein bønarleiðari, imamur, verður vanliga - men ikki altíð - útpeikaður ella valdur av samkomuni, og hann leiðir bønarmøti. Allir muslimskir myndugleikar eru samd um, at bert men kunnu leiða møtini fyri menn. Tó eru kvinnuligir bønarleiðarar loyvdar at leiða møtini frammanfyri kvinnunum,[2] ið antin eru í einum øðrum rúmi enn menninir ella sita aftast í rúminum.

Reinføri[rætta | rætta wikitekst]

Allar moskur hava reglur um reinføri. Áðrenn muslimar leggja seg á knæ at biðja í einari mosku, vaska teir sær um andlit, føtur og hendur. Fólk mugu ikki fara inn í bønarhøllina, har teppi er á gólvinum, uttan at lata seg úr skógnum fyrst.

Klæðir[rætta | rætta wikitekst]

Sambært islam mugu tey trúgvandi ið koma inn í moskurnar vera ílatin klæðir ið sýna tey sum lítilætin. Menn mugu vera í leystsitandi klæðum, ið ikki avdúka kropsformin. Somuleiðis mugu kvinnur lata seg í leystsitandi klæðir, ið fjalir handliðið og øklarnar, og tær mugu fjala høvdið við einum hijab ella øðrum klædnaplaggi.

Kynsskilnaður[rætta | rætta wikitekst]

Ein moska í A Byblos, Libanon, ið bert er fyri kvinnur.

Tað finst onki skrivað í Kuranini um evnið kynsskilnaður í moskunum. Men sambært siðvenju eru kvinnur og menn skild sundur í moskuni. Kvinnur fáa ofta at vita, at tær skulu seta seg í aftastu røðini aftanfyri menninir. Hetta er lutvíst ein praktiskur spurningur, av tí at tann siðbundni matin at biðja er at liggja á knæ á gólvinum og fram eftir rommum við høvdinum niðri á gólvinum, og har hevði tað verið ótespiliga avdúkandi fyri nógvar kvinnur og órógvandi fyri menninir. Traditionalistar siga, at Muhammad heldur sá, at kvinnur bóðu heima heldur enn í moskuni, og tey endurgeva eitt hadith har Muhammad skal hava sagt: "Tann besta moskan fyri kvinnur er innari parturin av heimi teirra," sjálvt um kvinnur vóru virknir luttakarar í moskuni, ið Muhammad stovnaði. Muhammad segði við muslimar, at teir ikki skuldu banna kvinnum at koma inn í moskurnar. Tær hava loyvi til at fara inn. Tann annar Sunni-kaliffurin ʻUmar bannaði einaferð kvinnum at fara inn í moskurnar um kvøldið, tí hann var bangin fyri, at tær kundu blíva álopnar ella útsettar fyri seksuellum ágangi frá monnum, so hann kravdi, at tær bóðu heima við hús.[3] Nógvar moskur í dag hava atskild rúm fyri kvinnur. Moskur í Suður- og Landnyrðingsasia seta menn og kvinnur í hvør sítt rúm, tí soleiðis hava moskurnar har verið bygdar í øldir. Í nærum tveimum triðingum av amerikonskum moskum biðja kvinnur aftanfyri ein skilavegg ella í einum ørðum rúmi, ikki í høvuðs biðihøllini. Summar moskur loyva als ikki kvinnum við teirri grundgeving, at har er onki atskilt rúm til tær, og tí at fríggjadagsbønin er kravd fyri menn, men ikki fyri kvinnur, tær kunnu velja um tær vilja luttaka ella ikki. Sjálvt um tað eru sektiónir ið bert eru fyri kvinnur og børn í Stórmoskuni í Mecca, so er tann moskan integrerað fyri bæði kynini.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.sleipnir.fo/obg/fob/fob.php?leitord=moska&button_leita=&action=1&pageno=0
  2. Karin van Nieuwkerk, "Women Embracing Islam". University of Texas Press. 2006. p. 63. ISBN 9780292773769. 
  3. Doi, Abdur Rahman I.. "Women in Society". Compendium of Muslim Texts. University of Southern California. Archived from the original on April 9, 2006. https://web.archive.org/20060409200739/http://usc.edu:80/dept/MSA/humanrelations/womeninislam/womeninsociety.html. Heintað April 15, 2006. 
  4. Rezk, Rawya (January 26, 2006). "Muslim Women Seek More Equitable Role in Mosques". The Columbia Journalist. http://www.columbiajournalist.org/rw1_dinges/2005/article.asp?subj=national&course=rw1_dinges&id=624. Heintað April 9, 2006. 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið