Munurin millum rættingarnar hjá "Kyrrahavið"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s EileenSanda moved page Kyrrahav to Kyrrahavið: Bundið
JYBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur broytur: ar:المحيط الهادئ
Linja 20: Linja 20:
[[an:Ocián Pacifico]]
[[an:Ocián Pacifico]]
[[ang:Sericus Gārsecg]]
[[ang:Sericus Gārsecg]]
[[ar:المحيط الهادي]]
[[ar:المحيط الهادئ]]
[[arc:ܐܘܩܝܢܘܣ ܫܝܢܝܐ]]
[[arc:ܐܘܩܝܢܘܣ ܫܝܢܝܐ]]
[[arz:المحيط الهادى]]
[[arz:المحيط الهادى]]

Endurskoðan frá 12. sep 2012 kl. 18:02

Kyrrahavið.

Størsta og djúpasta hav í heiminum, Kyrrahavið, er triðingurin av jarðarýtuni (179,7 mió. km²) og er úr Asia og Avstralia til Amerika og Suðurkoll. Tað er 46 % av øllum heimsins høvum. Har eru umleið 25.000 oyggjar, gosoyggjar og koralloyggjar spjaddar um hesa ovurstóru vídd, t.d. Samoa, Tonga, Cook-oyggjar, Ný Sæland, Hawaii, Páskaoyggin, Tahiti og Chatham. Í stórum parti í Kyrrahavi er veðurlagið lýtt og slavið, tí er fruktagottog nógvur vøkstur á flestu oyggjum.

Upprunafólkið, sum av fyrstantíð kom úr Landsynningsásia, verður býtt í tríggjar meginbólkar: Polynesar, melanesar og mikronesar. Í 16. øld komu evropearar, og fyrst í 19. øld vórðu flestu oyggjarnar hjáland hjá stórum londum handan hav. Nú á døgum eru nakrar oyggjar sjálvstøðugar, men nógvar standa undir øðrum londum (til dømis Bretland, USA, Frakland). Nøkur fólk í hesum mongu oyggjum búgva í býum, men tey flestu lívbjarga sær av landbúnaði, til dømis at velta jamsrót og søtepli og útróðri.

Sí eisini

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA