Munurin millum rættingarnar hjá "Jóansøka"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
JAnDbot (kjak | íkøst)
s r2.5.2) (bottur leggur aftrat: eu strikar: ang, bar, en, eo, ko, nl, sv broytur: de, es, lt
SieBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: nl:Jonsok
Linja 45: Linja 45:
[[lb:Gehaansdag]]
[[lb:Gehaansdag]]
[[lt:Joninės]]
[[lt:Joninės]]
[[nl:Jonsok]]
[[nn:Jonsok]]
[[nn:Jonsok]]
[[no:Sankthans]]
[[no:Sankthans]]

Endurskoðan frá 11. jan 2011 kl. 05:40

Tríggjar pisur í Vági.

Jóansøkadonskum Sankt Hans) er høgtíð á miðsumri, 24. juni. Jóansøka eitur eftir Jóhannesi Doyparanum í Bíbliuni. Sambært Lukasar evangelium kap. 1, v. 36 var Jóhannes 6 mánaðir eldri enn Jesus, og soleiðis er føðingardagurin ásettur til 24. juni.

At stevna verður hildin í Suðuroynni er ikki so gamal siður; byrjanin til jóansøku varð, at suðringar í 1923 avgjørdu at halda ólavsøku á Tvøroyri. Møguliga komst hetta av, at arbeiðsgevarum ikki dámdi, at stórur partur av arbeiðsstyrkini rýmdi til Havnar í fleiri dagar á hvørjum ári. Árið eftir, í 1924, broyttist tíðspunktið fyri jóansøkuni kortini til síðst í juni, samstundis sum danir halda Skt. Hans.

Jóansøka verður hildin sum bygdastevna í Suðuroy 24. juni ella nærmasta vikuskifti beint eftir 24. juni. Vanliga er Jóansøkan seinasta vikuskifti í juni. Eins og fleiri av hinum summarstevnunum í Føroyum er kappróður ein týðandi partur av stevnuni. Stevnan verður hildin annaðhvørt ár í Vági (líka ár) og annað hvørt ár á Tvøroyri (ólíka ár).

Vanligt er, at nýfloygdar pisur fara á Jóansøku at hátíðarhalda prógvið og annars vera saman eina seinastu ferð. Pisufundur plagar eisini at vera fríggjadagin á Jóansøku.

Í 2006 varð fyrsti Jóansøkufestivalurin hildin, tað var tónleikatiltak á Jóansøku. Seinastu árini hevur hann tó bert verið hildin á Tvøroyri.

Jóansøkumyndir

Keldur

  • Ólavsøkan, ið gjørdist jóansøka. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 4, 1984

Slóðir úteftir