Munurin millum rættingarnar hjá "Angela Merkel"

Jump to navigation Jump to search
920 bytes løgd afturat ,  11 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
(that's his name)
[[Mynd:Angela_Merkel_(2008).jpg|thumb|right|250px|Angela Merkel í [[Aachen]] í [[2008]].]]
'''Angela Dorothea Merkel''' (f. [[17. juli]] [[1954]] í [[Hamburg]]) er samveldiskanslari í [[Týskland]]i. Merkel er 55 ár og útbúgvin [[alisfrøði]]ngur og hevur eina bergtakandi politiska lívsleið aftan fyri seg. Eftir at bæði [[Týskland|týsklondini]] runnu saman bað táverandi [[Týskland|týski]] ríkiskanslarin [[Helmut Kohl]] hana í [[1990]] taka við sum ráðharri í kvinnu- og ungdómsmálum. Og komandi árini fekk hon litið í hendi fleiri týðandi ráðharrasessir. Merkel, sum er afturvald til ríkiskanslara í [[Týskland]]i í [[2009]], hevur fyrsta fýraáraskeiðið í embætinum fingið ein móðurligan leiklut hjá [[Týskland|týska]] fólkinum. Sagt verður um Angelu Merkel, at hon leitar sær ráð í [[Bíblian|Bíbliuni]] og styrki úr eysturtýsku rótum sínum.
 
Merkel, fødd ''Angela Dorothea Kasner'', er fødd í [[Hamborg]] í [[1954]]. Pápin var lutherianskur prestur, og mamman var lærarinna í [[Enskt (mál)|eingilskum]] og [[Latín (mál)|latín]]. Hon vaks upp í [[DDR]], las fysikk og fekk doktaragrad í [[1986]]. Seinast í [[1980-árini|1980unum]] fór hon upp í politikk. Hon meldaði seg inn í [[CDU]] (Christlich Demokratische Union Deutschlands), og eftir stutta tíð bleiv hon ráðharri fyri kvinnur og ung, seinri fyri umhvørvi og atomtrygd. Í [[november]] [[2005]] bleiv hon kanslari í [[Týskland]]i – sum tann fyrsta kvinnan. Hon er eisini fyrsti kanslari úr fyrrv. [[DDR]] og yngsti kanslari og hevur sostatt sett fleiri met.
 
Heimsins valdsmesta kvinna eitur framvegis Angela Merkel í [[2009]]. Prestsdóttirin úr landinum, sum hvarv – fyrrverandi [[Kommunisma|kommunistiska]] [[Eysturtýskland]]i (DDR) – er vald aftur í [[2009]] til ríkiskanslara í [[Týskland]]i. M.a. tí, at hon hevur vunnið atkvøður frá fólki, sum annars ikki taka undir við [[Konservatisma|konservativa]] politikkinum hjá flokki hennara, [[Kristiligu Demokratunum]], CDU, og bayerska bróðurflokkinum, [[CSU]].
 
Fleiri [[Týskland|týsk]] bløð hava upp undir valið róst Angelu Markel fyri skilagóða handfaring av fíggjarkreppuni, sum hevur við sær, at [[Týskland]] nú er tað av [[ES]]-londum, sum av álvara aftur er farið at merkja framgongd í [[Búskapur|búskapinum]]. Hóast ringastu fíggjakreppuna síðan [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]], riðu bæði Angela Merkel og sosialdemokratiski fíggjarmálaráðharri hennara, [[Peer Steinbrück]], av sær stormin og skipaðu í felag fyri einum javningarpolitikki á teimum økjum, har kreppan rakti meinast.
 
Hon hevur vakt internationalan ans og viðurkenning fyri frálíku samráðingarevni síni, seinast sum [[ES]]-forkvinna í [[juni]] [[2007]], tá tað eydnaðist henni at fáa semju um eina nýggja [[ES]]-traktat.
 
[[Bólkur:Týskarar]]

Navigatiónsskrá