Angela Merkel

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Angela Merkel í 2010.

Angela Dorothea Merkel (f. 17. juli 1954 í Hamburg) er samveldiskanslari í Týsklandi. Merkel er 59 ár og útbúgvin alisfrøðingur og hevur eina bergtakandi politiska lívsleið aftan fyri seg. Eftir at bæði týsklondini runnu saman bað táverandi týski ríkiskanslarin Helmut Kohl hana í 1990 taka við sum ráðharri í kvinnu- og ungdómsmálum. Og komandi árini fekk hon litið í hendi fleiri týðandi ráðharrasessir. Merkel, sum er afturvald til ríkiskanslara í Týsklandi í 2009, hevur fyrsta fýraáraskeiðið í embætinum fingið ein móðurligan leiklut hjá týska fólkinum. Sagt verður um Angelu Merkel, at hon leitar sær ráð í Bíbliuni og styrki úr eysturtýsku rótum sínum.

Merkel, fødd Angela Dorothea Kasner, er fødd í Hamborg í 1954. Pápin var lutherianskur prestur, og mamman var lærarinna í eingilskum og latín. Hon vaks upp í DDR, las fysikk og fekk doktaragrad í 1986. Seinast í 1980unum fór hon upp í politikk. Hon meldaði seg inn í CDU (Christlich Demokratische Union Deutschlands), og eftir stutta tíð bleiv hon ráðharri fyri kvinnur og ung, seinri fyri umhvørvi og atomtrygd. Í november 2005 bleiv hon kanslari í Týsklandi – sum tann fyrsta kvinnan. Hon er eisini fyrsti kanslari úr fyrrv. DDR og yngsti kanslari og hevur sostatt sett fleiri met.

Heimsins valdsmesta kvinna eitur framvegis Angela Merkel í 2009. Prestsdóttirin úr landinum, sum hvarv – fyrrverandi kommunistiska Eysturtýsklandi (DDR) – er vald aftur í 2009 til ríkiskanslara í Týsklandi. M.a. tí, at hon hevur vunnið atkvøður frá fólki, sum annars ikki taka undir við konservativa politikkinum hjá flokki hennara, Kristiligu Demokratunum, CDU, og bayerska bróðurflokkinum, CSU.

Hon fær atkvøður fyri tað, hon er – Angela Merkel. Týska landsmóðirin. Og fyrsta fýra ára skeiðið sum kanslari hevur hon havt hepna hond við sær. Hon hevur víst seg sum sannan verðinspolitikara. Til dømis fírdi hon ikki fyri at koma við hvøssum ábreiðslum móti stjórnini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum George W. Bush – uttan kortini at skaða viðurskiftini millum Týskland og Amerika. Og í dag er vinarlagið sera gott millum hana og stjórnina hjá Obama. Samstundis er tað eydnast henni at fáa góð viðurskifti í lag við grannalandið Pólland. Og tónin millum Týskland og Russland er eisini vorðin blíðari.

Fleiri týsk bløð hava upp undir valið róst Angelu Markel fyri skilagóða handfaring av fíggjarkreppuni, sum hevur við sær, at Týskland nú er tað av ES-londum, sum av álvara aftur er farið at merkja framgongd í búskapinum. Hóast ringastu fíggjakreppuna síðan Seinna heimsbardaga, riðu bæði Angela Merkel og sosialdemokratiski fíggjarmálaráðharri hennara, Peer Steinbrück, av sær stormin og skipaðu í felag fyri einum javningarpolitikki á teimum økjum, har kreppan rakti meinast.

Hon hevur vakt internationalan ans og viðurkenning fyri frálíku samráðingarevni síni, seinast sum ES-forkvinna í juni 2007, tá tað eydnaðist henni at fáa semju um eina nýggja ES-traktat.