Selatrað
Appearance
Selatrað | |
Selletræ (danskt) | |
Bygd | |
Selatrað
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Sjóvar kommuna |
Íbúgvar | 40 (2015)[1] |
Postnummur | FO-497 |
Markatal | 30-00-00 |
|
Selatrað er ein lítil bygd í Eysturoy.
Áhugavert at vitja
[rætta | rætta wikitekst]- Viðarlundin: Við Sandá finna vit viðarlundina. Fyrstu trøini vóru gróðursett í 1913. Viðarlundin er ógvuliga lítil og hevur bert eina gøtu. Har vaksa bæði nálatrø - fura, grannatrø, lerkatrø - og trø ið bera leyv - ahorn, bjørk og trø í Alnus-ættini.
- Tingstaður: Vártingið í Eysturoy varð hildið á Selatrað. Tingsteinurin stendur enn og ikki langt haðani stendur ein stórur klettur í fjøruni. Staðið nevnist á Gálga og her sigst at brotsmenn vóru hongdir.
- Kirkjan: Kirkjan er frá 1927 og er fyrsta kirkjan á staðnum. Selatraðar kirkja er fyrsta føroyska kirkjan, ið er stoypt øll sum hon er. Vígslan var triðja jóladag 1927.
- Blásendi: Um tú fylgir vegnum frá teimum norðastu húsunum nakrar hundrað metrar finnur tú ein av Føroya vakrastu fossum. Um summari er ikki nógv vatn í ánni, men í áarføri er vatnferðin øgilig.
- Skótadepilin: KFUM skótarnir í Føroyum hava síðani 1993 átt og rikið skótdepilin á Selatrað. Har er nógv at síggja. Milum annað bálstað við plássi til 500 fólk[2]. Eitt spælipláss til tey smærru og ein wc-bygningur, ið er opin almenninginum alt árið runt. Um summarið er tann stóra familjulegan har fólk kunna avprøva alskyns skótavirksemi.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hagstova.fo
- ↑ http://www.skoti.fo/selatrad/index.php?option=com_content&view=article&id=16&Itemid=27[deyð leinkja]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]
Coordinates: 62°9′33.84″N 6°52′51.6″W / 62.1594000°N 6.881000°W