Scott Corbett

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Scott Corbett
er eitt menniskja
Fødd(ur) 27. jul 1913 í/á Kansas City
Andaðist 6. mar 2006 í/á Providence
Alma mater University of Missouri
Starv høvundur, skaldsøguhøvundur, barnabókahøvundur
Dátuheiti
ISNI 0000 0000 8398 4906
VIAF 85909752
LCAuth n79119025

Scott Corbett (1914-2006) var amerikanskur rithøvundur, føddur í Kansas City, Missouri. Hann tók journalistútbúgving í 1934 og flutti til New York at starvast sum journalistur.

Í øðrum veraldarbardaga var Corbett í 42. gonguherliði, var tíðindafólk hjá Stars And Stripes, eitt amerikanskt hernaðarligt blað í Evropa og var seinasti ritstjóri á Yank, einum hernaðartíðarriti, sum hevði sæti í París. Hann var eina av fyrstu tíðindafólkunum, sum kom í týningarleguna Dachau, tá ið kríggið var um at vera av.

Hann skrivaði fyrst bøkur til vaksin. Fyrsta bókin The Reluctant Landlord, sum kom út í 1950, varð filmatiserað í 1951 og fekk heitið Love Nest. Í filminum hevði m.a. Marilyn Monroe ein leiklut.

Hann skrivaði fyrstu barnabókina Susie Sneakers í 1956 og skrivaði framyvir næstan bara fyri børn. Í 1957 flutti hann til Providence á Rhode Island og fór at starvast sum lærari.

Í 1965 gavst hann sum lærari og gjørdist rithøvundur burturav.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 1962 - Edgar Allan Poe Award
  • 1976 - Mark Twain Award