Sandgrælingur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sandgrælingur
Calidris-alba-001.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Charadriiformes
Familja: Scolopacidae
Ætt: Calidris
Slag: C. alba

Sandgrælingur (frøðiheiti - Calidris alba, Crocethia alba, Erolia alba) er til støddar sum fjallmurra. Her sæst hann um somu tíð sum grágrælingurin. Tá er hann á bakinum sprøklutur av gráum og hvítum og svørtum, í neðra hvítur; hálsurin er á hinum gomlu gulligur við dimmum prikkum, á ungunum mest hvítur ella bleikgulur. Hann heldur seg niðast við sjóvarmálan, stundum á hellum og klettum, men mest á sandi. Tað er spakur fuglur; ikki fyrr, enn tú ert nær hjá honum, rennur hann undan, ofta hoppandi langan veg á øðrum beini. Tað hendir seg eisini at síggja hann um várið; tá er hann øðrvísini littur, men kennist væl frá hinum grælingunum av tí, at teir hava allir eina lítla baktá, men hann onga; eisini hevur hann stytri nev enn teir. So lítil, sum hann er, er hann óføra harðvunnin og eigur einans í kaldastu londum, eitt nú norðast í Grønlandi og á oyggjunum har vestanfyri. Um veturin er hann aftur suðuri ígjøgnum, eitt nú í Avstralia og Patagonia. Ofta er tað so, at norðari eitt fuglaslag er um summarið, longur suður fer tað um veturin.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið