Jump to content

Sandavágssteinurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Steinurin í forgrundini er Sandavágssteinurin.Rúnarnir frá Kirkjubøsteininum síggjast í bakgrundini.

Sandavágssteinurin er ein rúnusteinur, ið var funnin í Sandavági leygardagin tann 12. mai í 1917, tá setti Martin á Mýrini seg at hvíla undir heygnum nevndur Ongjartoftir, og varð varugur við, at í einum steini vórðu høgdir stavir.[1]

Á steininum standa rúnar:

Þorkell Onondarsonr, austmaðr af Rogalandi, bygði þenna stað fyrst.

ella á føroyskum:

Torkil Onundarson, eysturmaður av Rogalandi, bygdi henda stað fyrst.[2]

Ein eysturmaður er, frá føroyskum sjónarmiði, ein maður frá Noregi, og er hesin Torkil sostatt frá Rogalandi í Noregi. Hann hevur helst verið fyrstur at byggja antin í Sandavági ella tí staðnum í bygdini, har rúnusteinurun var funnin. Rúnarnir á Sandavágssteininum verða hildnir at vera frá 1200-áratalinum.

Sandavágssteinurin kann í dag síggjast í Sandavágs kirkju.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Sandavágs kirkja
  2. FR 2 - Sandavagur runesten