Kirkjubøsteinurin
Kirkjubøsteinurin er ein rúnarsteinur, ið var funnin í Kirkjubø í 1832. Á steinum eru 19 rúnir ristar, men tey lærdu eru ósamd á máli um aldur og innihald á innskriftini. Hóast hetta er steinurin helst eitt hitt elsta skriftminni, vit hava í Føroyum.
Steinurin var eftir at hann var funnin sendur niður á Nationalmuseet í Keypmannahavn, men er nú á Føroya Fornminnissavni.
Hvat stendur so á hesum steini og hvussu gomul er innskriftin?
[rætta | rætta wikitekst]- knútr kuflúngr vo
Soleiðis ljóðar fyrsta týðingin hjá Finn Magnussen, og merkir tað "Knút kuvlungur vá (drap)", tvs. at talan er um gravstein yvir onkran, ið áðurnevndi Knút hevur dripið. Finn Magnussen kom í fyrstu kanningum sínum til ta niðurstøðu, at steinurin helst er frá 12. øld.
- kin unnar á kufl vith arvok
Soleiðis ljóðar onnur týðingin hjá Finni Magnussen, og merkir tað "Ætt unnar hevur gravheyggj við Arvok" og skuldi Arvok smb. Finni Magnussen vera gamalt navn fyri Kirkjubø, ið um hetta mundi metir steinin at vera frá 9. øld.
- uftir hrua
Í 1887 sigur Ludvig Wimmer, at innskriftin á steininum er so ótýðilig, at ráðiligt er bert at lesa tey tvey seinastu orðini, ið merkja "eftir Róa". Hetta metir Ludvig Wímmer sipar til, at talan er um gravstein yvir mann, sum æt Rói ella Rógvi, og Wimmer daterar steinir afturi í 9. øld.
- uik ufi uni rua
Maria Ingerslev Simonsen ger í 1959 eina nýggja týðingarroynd av Kirkjubøsteininum. Hon heldur, at tey fyrstu 7 tekini eru ólesilig og lesur bert tey seinastu 12, ið hon týðir soleiðis: "unni Vígúlvi ró". Steinin metur hon at vera frá kristnari tíð, helst fyrst í 11. øld.
Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]- Faroestamps.fo - Historic Writings Archived 2007-09-30 at the Wayback Machine (á enskum og týskum)