Samos

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vathy, høvuðsstaðurin á oynni Samos
Samos oyggj og kommuna

Samos er ein oyggj í Grikkalandi, sum liggur í eystur Egearahavinum, sunnanfyri Khios, norðanfyri Patmos og Dodekanes oyggjarnar og 1,6 km vestanfyri turkisku vesturstrondina, sum fyrr var nevnd Lítla Asia. Í fornøldini var Samos ein maktfullur býarstatur. Á Samos er Pythagoreion og Hereion, sum í 1992 vóru útnevnd til UNESCO World Heritage Sites (mentanar heimsarv). Tann kendi filosoffurin og matematikarin, Pythagoras, varð føddur á Samos. Vín av oynni Samos var væl kent í fornøldini, tað verður enn framleitt har.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Oyggin er 478 km2 til støddar, 43 km long og 13 km breið. Oyggin er atskild frá Anatolia við tí 1,6 km breiða Mykale sundinum. Samos hevur fjallalendi, men eisini fruktagóðar víddir. Ein stórur partur av oynni er yvirvaksin við vínberjarunnum, sum verður gjørt til muskat vín. Tær týdningarmestu markirnar á Samos eru við høvuðsstaðin Vathy, í Karlovasi í útnyrðingspartinum av oynni, í Pythagoreio í landssynningspartinum og í Marathokampos í útsynningspartinum av oynni. Fólkatalið á oynni er 33.814, sum er tað 9. størsta fólkatalið á griksku oyggjunum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið