Súsanna Skylv Sørensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Súsanna Skylv Sørensen (fødd í 1979) er føroysk ítróttakvinna. Hon íðkar m.a. triatlon, duatlon, renning, rógving og súkkling. Hon vann FM í triatlon í 2008; svomið varð 1500 metrar, súkklað 40 kilometrar og runnið 10 kilometrar. Hon gjørdist danmarksmeistari í DM lang triatlon í 2009.[1] Tað hendi tað løgna, at tey, sum skipaðu fyri kappingini, ikki vóru klár yvir, at Súsanna hevði danskt pass, og tí kundi luttaka í DM kappingini; ein onnur, sum var eitt minutt seinni enn Súsanna, hevði í eini samrøðu við onkran fjølmiðil, tá tey funnu útav, at Súsanna hevði danskt pass og tí var vinnari av kappingini.[2] Í 2006 rói Súsanna 2000 metrar inniróður fyri Róðrarfelagið Knørrur, har hon kappaðist við Katrina Olsen. Katrin vann við tíðini 7:21.3, Súsanna gjørdist nummar tvey við tíðini 7:31.5.[3] Í 2007 luttók hon í Scandinavian Open rógvikapping,hon gjørdist nr. 3 av 5 við tíðini 7:18.2, hon vann sostatt bronsu.[4]

Oyggjaleikir[rætta | rætta wikitekst]

Oyggjaleikir 2009[rætta | rætta wikitekst]

Í 2009 luttók Súsanna í Oyggjaleikunum á Álandi. Hon rann 10.000 metrar og vann silvur við tíðini 37.59.33. Hon rann eisini hálvt maraton, har gjørdist hon nummar 5.[5]

Oyggjaleikir 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Bronsu í súkkling, einkultstarti.[6]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Dtrif.dk
  2. Vejleamtsfolkeblad.dk, Forkert vinder udråbt
  3. Ergometertider.dk
  4. Drekin.fo
  5. Alandrasults2009.com
  6. in.fo, Oyggjaleikir: Súkklarar vunnið tvey heiðursmerki