Súluskerið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sula Sgeir
Landafrøði

Vídd 0,15 km²
Vatn 0,0 %

Umsiting
Land Skotland Skotland
Íbúgvalæra
Fólkatal 0 (2014)

Hvørt summar gera 10 staðkendir menn eina ferð út til Súluskerið, sum er væl kent millum føroyskar sjómenn.

Sula Sgeir (á føroyskum Súluskerið [1]) er ein lítil oyggj sum hoyrir til Skotland. Norðanfyri Suðuroyggjarnar liggur Súluskerið, sum ber keltiska navnið Sula Sgeir. Ofta verður sagt, at Súluskerið er okkara nærmasti granni. Skulu vit verða heilt neyv so er tað lítla oyggin Rona. Hon vinnur á Súluskerinum við 1 km. Hóast føroyskir sjómenn hava valt at kalla Sulu Sgeir fyri Súluskerið, so er í stødd meira talan um ein hólm, 15 ha. Súluskerið verður nevnt Sula Sgeir á geliskum, og prógvar tað, at føroyska málið og keltisku málini hava nøkur orð til felags. [2] Enska orðið fyri súlu er gannet.

Súluskerið ber 30.000 súlur og 15.000 havhestar. Bretsku friðingarmyndugleikarnir hava givið monnunum í lítla býnum, Port of Ness, loyvi at taka 2000 omplar eina ferð um árið. Ness liggur norðast í norðastu suðuroynni Lewis. Har er manntómt nærum alt árið, burtursæð frá nøkrum vikum um summarið. Tá fara 10 mans av oynni Lewis til Súluskerið at taka 2000 omplar.

Súluveiða á Súluskeri[rætta | rætta wikitekst]

Ikki er henda veiðan av 2000 omplum loyvd uttan treytir. [3] Treytirnar eru, at Nessmenn bert fara ta einu ferðina um árið, og verður hon gjørd á hvørjum sumri. Tað er eisini ein treyt, at bert 10 Nessmenn kunnu fara við hesa ferðina, og skulu tað vera menn, ið eru royndir í leikum. Aloftast verða plássini til súluveiðina arvað frá faðiri til son. Tá talan er um nýggjan mann, er altíð talan um ein úr Ness, ella økinum har um leiðir. Sjáldan verður roynt at slúsa meir enn ein nýggjan mann við til hesa í Suðuroyggjum tiltiknu veiðuferðina. Nessmenn eru vanliga 2 til 3 vikur úti á Súla Sgeir. Teir skulu hava nógvan proviant og nógva útgerð við, og tí plaga teir vanliga at leiga ein lítlan trolara til at føra útgerð, proviant og manning út til Súluskerið. Sami trolari tekur so menninar, útgerðina og fongdin aftur til Ness, tá liðugt er, og omplarnir eru fingnir til høldar.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://logting.elektron.fo/logtingsmal/logtingsmal98/124.98%20Uppskot%20til%20samtyktar.htm
  2. http://www.fiskimannafelag.fo/media/8833/314.pdf
  3. http://www.fiskimannafelag.fo/media/8833/314.pdf
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið