Jump to content

Søstrene Grene

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Søstrene Grene er ein donsk handilsketa, sum var stovnað í danska býnum Aarhus í 1973 av Inger Grene og Knud Cresten Vaupell Olsen. Fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu í Aarhus, men flutti í nýggj hølir í Pakhusene í Aarhus Ø í apríl 2017.

Hóast búmerkið sigur "Søstrene Grenes handelskompagnie", eitur ketan bara Søstrene Grene.

Mikkel Grene, sum er sonur stovnararnar av fyritøkuni, er í dag forstjóri (CEO) í samtakinum[1]. Beiggi hansara, Cresten Grene, er kreativur stjóri, og saman eiga og reka hesir báðir familjufyritøkuna.

Grundarlagið undir handlunum hjá Søstrene Grene

[rætta | rætta wikitekst]

Allir handlarnir hjá Søstrene Grene eru bygdir upp sum villiniborg - ein labyrint, og klassiskur tónleikur er altíð frá í handlunum. Handlarnir selja skandinaviskt snið, tilhoyr til heimið, køksútgerð, gávur, pappírsvørur, møblar og mangt annað.

Anna og Clara hava verið tilstaðar í handlinum líka síðan byrjanina í 1973. Tær eru avmyndaðar í búmerkinum og eru eisini at síggja á skeltunum, sum hanga runt um í handlunum. Tær báðar systrarnar eru vertir í øllum handlunum hjá Søstrene Grene kring um í heiminum. Persónsmenskan hjá Onnu og Claru er grundað á persónsmenskuna hjá fastrunum hjá Inger Grene, og samanlagt umboða Anna og Clara øll tey virðir, sum Søstrene Grene standa fyri. Anna og Clara hava ikki stovnað Søstrene Grene.

Fyrsti handilin hjá Søstrene Grene læt upp í 1973 á 1. hædd í Søndergade 11 í Aarhus. Næstu handlarnir lótu upp í Aalborg og í Herning í 1989, og gjøgnum 90-ini og 00-ini løgdust nógvir handlar afturat. Í 2005 læt ketan upp handil í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík, og handlarnir í Stavanger í Noregi og í Malmö í Svøríki lótu upp í 2006.

Í 2015 læt samtakið upp 20 nýggjar handlar í Danmark. Í dag eru Søstrene Grene umboðaðar í 16 ymiskum londum: Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Stóra Bretland, Írlandi, Hollandi, Fraklandi, Føroyum, Týsklandi, Sveis og í Eysturríki.[2]

Hesi tøl eru frá 2026:[3]

Land Antal butikker
Belgia Belgia 10
Danmark Danmark 53
Eysturríki Eysturríki 7
Finnland Finnland 6
Frakland Frakland 43
Føroyar Føroyar 1
Írland Írland 5
Ísland Ísland 2
Italia Italia 2
Niðurlond Niðurlond 20
Noreg Noreg 43
Pólland Pólland 1
Stóra Bretland Stóra Bretland 76
Sveis Sveis 22
Svøríki Svøríki 19
Týskland Týskland 106