Sólorka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Myndin vísir eitt sólpanel í Mongolia. Hesi seinnu árini er áhugin fyri øðrvísi orkumøguleikum vaksin munandi. Sólkyknur eru smáar eindir, sum gera ravmagn úr sólarljósi.

Sólorka er orka, sum vit vinna úr sólarljósi; sólorka er orkan í ljósinum frá sólini. Uttanfyri jarðloftshavið (atmosferuna) er sólorkutættleikin umleið 1353 kWh/m2. Ein partur av orkuni verður kastaður aftur av jarðarinnar lofthavi.[1] Í Tórshavn er tað tilsvarandi talið 1075 kWh/2. Sólorka kann verða brúkt til upphiting og at gera el. Til upphitingarendamál verður brúktur ein sólfangari, og til at gera el verður brúkt eitt sólpanel.[2] Sólpanelið virkar sum ein spenningskelda, tá ið ljós fellur á tað. Orkuna í sólargeislingini nevna vit sólorku, og hon hevur gjørt næstan allar orkukeldur á jørðini; olja, jarðgass og kol eru til dømis gjørd úr deyðum plantum og dýrum, sum livdu fyri mongum milliónum árum síðan. Var eingin sól, hevði jørðin verið køld og einki lív hevði verið á henni. Sólin er grundarlagið fyri øllum lívi á jørðini, og eisini grundarlagið fyri vind- vatn- og alduorku. Sólin er reinasta og náttúrligasta orkukeldan.[3] Orkan, vit móttaka frá sólini, er árliga uml. 15 000 ferðir størri enn samlaða orkunýtslan í heiminum, og 10 ferðir størri enn allar goymslur av olju, koli og uran tilsamans.
[4][5]

Í 1987 koyrdi bilurin GM Sunraycer tvørtur um Avstralia við miðalferðini 70 km/t.[6]


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Smil, Vaclav. 1991. General Energetics: Energy in the Biosphere and Civilization. Wiley. S. 240. ISBN 0-471-62905-7.
  2. http://www.canren.gc.ca/tech_appl/index.asp?CaId=5&PgId=121
  3. https://snl.no/solenergi
  4. http://www.nature.com/nature/journal/v443/n7107/full/443019a.html
  5. http://cepac.cheme.cmu.edu/pasi2008/slides/agrawal/library/reading/Lewis_N,_PNAS,_103,_43,_(2006).pdf
  6. http://news.smh.com.au/breaking-news-national/aussie-car-breaks-a-world-speed-record-20110107-19i7j.html
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið