Jump to content

Sóljuættin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mýrisóljan er tjóðblóma føroyinga.

Sóljuættin (frøðiheiti Ranunculaceae) er ein plantuætt við uml. 2.500 sløgum. Sóljuættin má verða nakað av tí sjónligasta í Føroyum. Vegjaðari og bøur verða litað gul í tíðini mai til juli. Á vátum bøi kunnu verða nógvar mýrisóljur og skrið- og svínasóljurnar eru allastaðni. Tað er serliga í juni, at hesi bæði sløgini koma fyri seg. Svínasólja og skriðsólja kunnu kennast frá hvørji aðrari við at hyggja at bløðunum. Mittasti blaðlutur á bløðunum hjá skriðsólju hevur stelk, meðan mittasti blaðlutur á bløðunum hjá svínasólju hevur ongan stelk. Aðrar kendar blómur innan sóljuættina í Føroyum eru t.d. kirkjubøsólja, snjósólja og iglasólja.

Í 2005 gjørdist sóljan tjóðarblóma okkara. 


Fleiráraurtir. Bløðini misstødd, ofta handæðrað, hava slíðrafót, men einki akslarbløð. Blómurnar einstakar ella í skúvum, regluligar, tvíkynjaðar, undirstaddar og leyskrýndar. Blómureivið einfalt og litt ella tvífalt við bikari og krúnu, oftast fimm-deilt. Nógvir sáðberar og nógvar sáðgongir. Aloftast fjøldarfrukt, og smáfruktirnar eru nøt ella hylki.

  • Vanlig mýrisólja (C. palustris)

  • Snjósólja (R. glacialis)
  • 
Kirkjubøsólja (R. ficaria)
  • 
Tjarnarsólja (R. reptans)
  • 
Iglasólja (R. flammula)
  • Gullsólja (R. auricomus)

  • Skríðsólja (R. repens)
  • 
Svínasólja (R. acris)

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]