Jump to content

Mýrisólja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Sólja)
Mýrisóljan - tjóðarblóma Føroya.

Mýrisólja, sum er vísindaliga heitið á Sóljuni hevur latínska heitið Caltha palustris. Fyrri partur av navninum sipar til at plantan mest veksur í vátlendi, meðan annar partur av navninum helst sipar til sól. Aloftast verður hon bert rópt Sólja ella Sóleyga. Mýrisóljan er tjóðblóma føroyinga. Tað bleiv avgjørt í 2005, tá skipað varð fyri atkvøðugreiðslu um hvør blóma skuldi verða tjóðblóma. Átta ymiskar blómur vóru í uppskoti. Úrslitið varð, at sóljan lá klárt á odda og gjørdist okkara tjóðarblóma.

Mýrisóljan hoyrir til Ranunculaceae (sóljuætt). Vísindaliga navnið Ranunculaceae stavar frá latínska orðinum ranunculus, sum merkir lítil froskur. Orsøkin til navnið er, at flestu innan hesa ættina vaksa í vátligum lendi. Sóljan veksur serliga í láglendi, tó so, hon finnst eisini í hæddum, har seyður ikki sleppur framat.

Skilur seg frá eitt nú skriðsólju, iglasólju og hinum sóljunum í ættini við, at hon er menniligari við sínum sermerktu stóru nýravaksnu bløðum og stóru gulu blómu. Sóljan var longu vanlig kring alt landið fyri o.u. 10.000 árum síðani í tí sonevnda “preboreala” tíðarskeiðinum, men tá fólk nomu land her, hvarv hon næstan.


Mýrisólja blómar í mai og juni. Hon kann gerast 10 til 50 cm høg. Hon veksur í veitum, eftir áarbakkanum og í mýrum. Aðrar kendar blómur innan sóljuættina í Føroyum eru t.d. skriðsólja, svínasólja, kirkjubøsólja, snjósólja og iglasólja.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]