Jump to content

Padda

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Froskur)
Við stóru eygunum ansar froskurin eftir fíggindum. Við eygunum ætla teir eisini um, hvussu langt teir skulu leypa.

Paddur hava verið til í mangar mió. ár og eru allastaðni uttan í kuldalondum. Paddur eru t.d. ikki í Føroyum (innfluttar paddur klára tó at lívdjarga sær), men í grannalondum sunnanfyri eru tær vanligar. Paddur liva bæði í vatni og á landi, til dømis froskar og ormapaddur. Froskar eru vanligastu paddurnar, og teir halda til í oyðimørkum og frumskógum eins væl á fjallalendi. Flestar paddur verpa í vatni. Ynglið minnir um fiskayngul og andar við táknum, men vaksin froskur hevur lungu, so hann fær andað uppi á landi. Froskdýr hava long afturbein, og tey bæði leypa, svimja og klíva í trøum. Nógvir froskar og aðrar paddur við verpa í vatni, men summar paddur verpa í vætu á bløðum ella í vátum holum undir jørð. Froskaeggjaklunkar í vatni klekjast til halapaddur við ongum útlimum. Sum tær vaksa, fáa tær útlimir og búnast til froskar og fara upp á land. Henda broytingin nevnist metamorfosa. Ormapaddur hava ongar útlimir og eru bara í hitalondum. Tær grava sær gongir í jørðini og svimja sum állur.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið