Sólarmyrkingin 20. mars 2015

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Animatión av sólarmyrkingini
Berlin 10:28
End of Eclipse,Tórshavn

Sólarmyrkingin 20. mars 2015 er ein fullkomin sólarmyrking, ið kemur at síggjast frá í Føroyum og á Svalbard um morgunin hin 20. mars 2015. Lutvís sólarmyrking verður at síggja í eystara parti av Grønlandi, í øllum Evropa, í Norðurafrika og í vestara parti av asiatika partinum av Russlandi. Tann longsta totala sólarmyrkingin kemur at síggjast í føroyskum sjógvi og varir í 2 minuttir og 47 sekund. Í Føroyum varir sólarmyrkingin longst í Mykinesi, 2 minuttir 24 sekund og stytst í Akrabergi, 1 minuttur 4 sekund. Í Havn er full sólarmyrking frá klokkan 9:40:54 til 9:42:54, tá er náttarmyrkt. Í Havn byrjar sólarmyrkingin 8:38:51 og endar 10:47:40.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo