Rudy Giuliani

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rudolph William Louis "Rudy" Giuliani er fyrrverandi borgarstjóri í New York. Í september í 2001 bleiv Giuliani umrøddur sum “borgarstjórin í Amerika.” Hann gjørdist kendur aftan á atsóknina at New York 9/11. Tá var hann borgarstjóri í býnum. Aftan á atsóknina at World Trade Center var Giuliani ein tann best umtókti politikarin í USA, og hann gjørdi eisini sítt til, at George W. Bush varð afturvaldur í 2004.

Giuliani kunngjørdi í januar 2008, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni hjá tí republikanska flokkinum í 2008. Í 2016 er Guiliani ein av fremstu stuðlunum hjá Donald Trump.