Roy Scheider

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Roy Scheider
Roy Scheider 2007.jpg
Roy Scheider
Føddur 10. november 1932
Orange New Jersey USA
Doyði 10. februar 2008
Little Rock Arkansas USA
Útbúgving sjónleikari
Yrki sjónleikari
Hjúnafelagi Cynthia Bebout (1962-1989)
Brenda King (1989-deyðadag)
Børn Maximillia (við Cynthiu), Christian og Molly (við Brendu)

Roy Richard Scheider (10. november 1932 í New Jersey10. februar 2008 Little Rock, Arkansas) var ein amerikanskur sjónleikari sum er mest kendur fyri sín leiklut sum Chief Brody í tveimum teim fyrstu Jaws (Dødens gab) filmunum í 1970'unum.

Yngru árini[rætta | rætta wikitekst]

Scheider varð føddur í Orange, New Jersey, sonur Annu Scheider (f. Crosson) og bilmekanikarin Roy Bernhard Scheider. Mamman var av írsk-katólskari bakgrund, og pápin var týsk-amerikanskur potestantur. Sum barn var Scheider atletur (ítróttamaður) og luttók í organiseraðum baseball og boksing kappingum, har hann var klassaður sum ‘welterweight’, tí hann vigaði 140 lbs. Scheider luttók í ‘Golden Gloves’ boksikappingunum. Tvær ferðir í leypið av síni boksikarrieru frá 1947-1953 breyt Scheider nøsina. Hann gekk á Columbia High School í Maplewood, New Jersey, og varð innsettur í skúlans ‘hall of fame’ í 1985. Hann skifti boksihandskarnar út við leikpallin, og fór at studera drama á bæði Rutgers University og Franklin and Marshall College, har hann var limur í studentafelagnum ’Phi Kappa Psi’. Aftaná trý ár í United States Air Force, trein hann á pall við ‘the New York Shakespeare Festival’, og vann ein ‘Obie Award’ í 1968. Scheider hevði leiklutir í tveimum CBS soap operum, Love of Life og The Secret Storm.

Filmskarriera[rætta | rætta wikitekst]

Scheider debuteraði sum filmsleikari í 1964 í ræðufilminum The Curse of the Living Corpse. Av øðrum týðandi filmum sum hann hevur medvirkað í eru The French Connection (1971), Marathon Man (1976), All That Jazz (1979), Blue Thunder (1984) og 2010: The Year We Make Contact (1984) (sum var ein uppfylgjari til 2001: A Space Odyssey]]) og The Fourth War (1990). Scheider er nomineraður til ein Oscar tvær ferðir, fyrstu ferð í 1972 fyri sín leiklut í The French Connection og aðru ferð í 1980 fyri sín leiklut í All That Jazz.

Privatlív[rætta | rætta wikitekst]

Scheider giftist fyrst við Cynthia Bebout tann 8 november 1962. Tey fingu eina dóttir, Maximillia, áðrenn tey skildust í 1989. Tann 11 februar 1989 giftist hann við sjónleikarinnuni Brenda King, og saman fingu tey ein son, Christian, og eina dóttir, Molly. Teirra hjúnalag vardi líka til Scheider’sa deyða.



Scheider doyði av krabbameini á ‘the University of Arkansas Medical Sciences Hospital’ í Little Rock, Arkansas, tann 10 februar 2008..

Filmografi[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið