Ronnie Nielsen
Ronnie Nielsen er ein føroyskur tónleikari og sangari. Hann er føddur í Keypmannahavn og vaks upp har tey fyrstu 11 árini. Mamma hansara er norsk, pápin dani. Pápin doyði tá íð Ronnie og beiggi hansara (Jan Ralph Nielsen) vóru 2 og 4 ára gamlir. Seinni var mamman forlovað við einum sumbingi, ið gjørdist fosturpápi Ronnie. Tey fluttu til Sumbiar í 1973, tá var Ronnie 11 ára gamal. Ein av vinmonnum hansara gjørdist Georg eystan Á. Teir og aðrir sumbingar stovnaðu orkestrið Fire Star. Teir spældu til dans í Suðuroynni og norðanfjørðs og góvu eina plátu út. Ronnie spældi við bólkinum Black Birds í nøkur ár. Hann spældi eisini við Paragraff og Devon. Hann hevur spælt nógv sum studiotónleikari, hann spælir á fleiri ymisk ljóðføri, eitt nú guittar og trummur. Hann hevur m.a. Spælt saman við Frændum og Kára P.
Privat býr hann saman við Rúnu av Heygum. Tey bæði framføra av og á tónleik saman.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1999 - Drekastevnið, stakfløga, Ronnie syngur sangirnir Drekastevnið og Drekin. Havnar Róðrarfelag gav út.[1]
Syngur ella spælir á hesum útgávum:
- 2005 - Omma, Símun úr Konoy, Ronnie syngur duet við Símun í sanginum Til allar tær, eg elskaði
- 2002 - Eg siti so eina, Ronnie og fleiri onnur syngja Eg siti so eina, Ronnie syngur sangin[2]
- 2000 - Kenna tit Rasmus, Ronnie og fleiri onnur syngja Kenna tit Rasmus, Ronnie syngur Tvær fjarðar
- 2000 - Vælskapt brek, Ronnie syngur sangin Brekað
- 1998 - Jólafløgan, Ronnie og Rúna á Heygum syngja sangin Jólanátt[3]
- 1998 - Myrkursins gongumenn, Jóannes Jakobsen, Ronnie syngur: Enn køva teir, Unga lívið (við Maluni Thomsen), Aldubrot, Myrkursins gongumenn og Afturljóð.[4]
- 1998 - Hilsen til Sara, Ronnie syngur duet við Símun í sanginum Til alle jer jeg før har kend
- 1995 - Royn tínar veingir, Jóannes Jakobsen, Ronnie syngur: Ágangur, Hvat bagdi, Undarligt er, Sum ein dúgva.
- 1987 Himmalhundurin, Símun úr Kunoy, Ronnie syngur duet við Símun í sanginum Til allar tær, eg elskaði
- 1986 - Black Birds, Ronnie syngur sangin Flag[5]