Rúna á Heygum
Appearance
Rúna á Heygum er ein føroysk songkvinna, sum hevur sungið á mongum konsertum og syngur við á fleiri føroyskum tónleikaútgávum. Hon er ein av limunum í tónleikabólkinum Terji og Føstufressar. Ein av sangunum, ið hon syngur við Terja og Føstufressum er Á ferð inn í dreymaland (Hákunardrongurin). Henda sangin framførdu Terji og Føstufressar á Summarfestivalinum í 2012.[1] Á útgávuni Amnesty tónar frá 1991 syngur hon sangin Frælsisvónin saman við Karl Martin Samuelsen.
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Rúna syngur við á fleiri útgávum, sum onnur hava givið út, og á uppsamlingsfløgum/plátum/kasettubondum:
Album
[rætta | rætta wikitekst]- 1991 - Amnesty tónar
- 1991 - Hinumegin Ringvegin - Kári Petersen, Rúna syngur við á sangum nummar 3 og 6.[2]
- 1994 - Eg eri so spent til jóla
- 1995 - Hjarnar
- 1998 - Jólafløgan
- 1998 - Myrkursins gongumenn, Jóannes Jakobsen
- 1999 - Eg eri so spent til jóla
- 2000 - Kenna tit Rasmus
- 2000 - Vælskapt brek
- 2010 - Vestmannavísur[3]
Uppsamlingsfløgur
[rætta | rætta wikitekst]- 2002 - Áraløg - Martin Joensen
- 2004 - Kvinna - úrvaldir sangir frá føroyskum kvinnum
- 2012 - Jól fyri øll: Kendir føroyskir jólasangir - Rúna syngur sangin Tá milliónir tendra ljós[4]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Á ferð til dreymaland verður framførdur á Summarfestivalinum í 2012, Youtube.com
- ↑ Discogs.com
- ↑ Rateyourmusic.com
- ↑ Rateyourmusic.com Jól fyri øll: Kendir føroyskir jólasangir