Ron DeSantis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ron DeSantis

Ronald Dion DeSantis (føddur 14. september 1978 í Jacksonville, Florida) er amerikanskur løgfrøðingur og politikari.[1] DeSantis er sitandi guvernørur í Florida sum tók við embætinum í januar mánaði í 2019. Hann er limur í Republikanska flokkinum.

Útbúgving[rætta | rætta wikitekst]

ì 2001 tók hann bachelor prógv í søgufrøði við Yale University í New Haven í Connecticut og hann gjørdist doktari í løgfrøði á Harvard Law School í Cambridge, Massachusetts í 2005.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Ron DeSantis er íðin viðhaldsmaður hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump. Serliga kendur gjørdist DeSantis seinastu tíðina sum guvernørur í Florida, tá hann var sera atfinningarsamur ímóti pørtum av koronutiltøkunum í USA.[2][3]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]